Oddagrein· Liggja sjóvarfallið av sær

Í blaðnum í gjár nevndu vit, at nógvir føroyingar hava skapt sær eina trygga og ríka tilveru í fremmandum londum. Í sama blað er sera áhugaverd og hugvekjandi samrøða við tveir ungar og dugnaligar føroyskar vinnulívsmenn, Jákup á Dul Jacobsen og Niels Stórá, ið hava rokkið sera langt uttanlanda. Hesir menn gjørdu sera áhugaverdar og vælgrundaðar atfinningarsamar viðmerkingar til búskaparligu støðu Føroya, til viðurskifti okkara við útheimin og til viðurskiftini í Føroyum sum heild. Serstakliga hefta hesir báðir vinnulívsmenn seg við visión løgmans og landsstýrisins um, at Føroyar skulu vera millum fremstu lond í heiminum ár 2015. Teir gera vart við, at ansa vit ikki eftir og Føroyar liggja sjóvarfallið av sær, so kann 2015 gerast ein marra heldur enn ein ynskistøða.

Hóast vit her á blaðnum kunnu ivast í tí sera liberalistiska grundtónanum í sjónarmiðunum hjá hesum báðum viðmerkjarum, so mugu vit samstundis ásanna, at báðir menn í fleiri støðum hava grein í sínum máli, og at atfinningarnar eru sera væl undirbygdar. Tað er einki at ivast í, at vit eru ikki nóg væl fyrireikað til globaliseringina og altjóðagerðina. Ábyrgdina av hesum hava politisku myndugleikarnir og vinnulívið. Her hendir alt ov lítið, og ein kann spyrja, hvørjum vit bíða eftir. Nú kenna vit av góðum grundum ikki alt grundarlagið undir visión landsstýrisins , men vit mugu bara vóna, at hon hevur nøkur vælgrundað boð uppá, hvussu vit best takla globalisering og altjóðagerð.

Taka vit nakrar av teimum ítøkiligu atfinningunum hjá Jákupi og Nielsi t.d. viðurskifti við ES, dupultskattasáttmálar, útbúgvingarstøðið og spurningin um hagtøl, so kann væl eingin vera ósamdur. Øll vita, at núverandi handilssáttmáli við ES er ótíðarhóskandi. Tað er gjørdar ábøtur á hendan sáttmála, men hesar verða bara ikki settar í verk. Her er onkur, sum svevur í tímanum! Hví hendir einki? Hvør hevur ábyrgdina? Hvat er hetta fyri ein trekleiki? Almenningur og vinnulív hava rætt til at vita, hvør orsøkin er. Tað er eisini, sum er, møguligt at tengja nógv annað enn reint búskaparligt samstarv t.d. útbúgvingar- og granskigarsamstarv uppí handilsavtalu okkara við ES. Men her hendir heldur einki. Tíðin gongur og vit dragna longur og longur afturúr, meðan grannalond okkara, ið væl at merkja eisini eru uttanfyri ES, skúma róman og hava veldugar fyrimunir av alskyns samstarvi við ES. Her er talan um mentan, vísindi, útbúgving og búskaparlig viðurskifti. Snøgt sagt: her er talan um EBS samstarv, sum vit í okkara ótta fyri ES í síni tíð havnaðu. Nú ber ikki til at bíða longur. Her má nakað henda. Vit venda aftur til samrøðuna við Jákup og Niels í einum komandi blað.
Sosialurin