Oddagrein·Landsliðið og fólkaheilsan

Fótbóltslandsliðið er komið heimaftur av eini strævnari, spennandi og gevandi ferð. Nú koma vit so aftur til gerandisdagin heima. Landsliðið hevur fingið alt tað rós tað hevur so væl og virðiliga uppiborið. Tað hevur verið víst á, hvussu stóran týdning tess avrik hevur fyri tjóðina tvs. fyri okkara samleika, sjálvsvirðing og sjálvsálit og sum ambassadørur fyri land okkara og her m.a. við atliti til eina vónandi styrkta og menta ferðavinnu.

Hetta er bæði gott og rætt. Men hví ikki brúka hetta einastandandi høvið til at seta fokus á tær positivu avleiðingar, sum fótbóltslandsliðið hevur og kann fáa fyri gerandisdagin hjá okkum øllum! Hvussu troyta vit hesi væla avrik til okkara egna besta og hvussu kunnu tey vera íblástur og virka sum katalysator fyri einum góðum og sunnum útviklingi her heima - til frama fyri fólkaheilsuna! Hvussu kunnu okkara góðu landsliðsspælarar vera ambassadørar fyri tí hetta eisini snýr seg um, nevniliga eina sunna sál í einum sunnum likami! Tað er væl tað sum má vera eitt av endamálunum. Og har er so tráðanin eftir góðum úrslitum ein týðandi drívmegi.

Hetta ljóðar kanska háfloygt men er tað ikki. Tað er so jarðbundið, sum nakað kann vera. Hvussu flyta vit áhugan og virðingina fyri landsliðum og tess avrikum yvir á vanliga føroyingin - í eini tíð, har tað verður ávarað ímóti fólkasjúkum, ið standast av fiti og manglandi konditión!

Tað vit vilja siga er hetta: okkara landslið er ikki komið so langt úr ongum. Tað er ein avleiðing av tí arbeiði, ið ítróttarfeløg og ítróttaráhugað hava gjørt. Hetta arbeiðið er byrjað við børnunum og teimum ungu. Vit kunnu takka teimum, ið hava brúkt tíð og orku at eggja øðrum og stílað fyri venjingum og kappingum í hesum sambandi. Svarið uppá góðu úrslitini stava tí frá einum virknum ungdómsarbeiði og tí arbeiði, sum verður gjørt fyri at menna landsliðið.

Politikararnir eiga at kunna brúka henda grundleggjandi pallin og tey góðu úrslitini í sínum royndum at skapa eitt gott og sunt samfelag. At innsíggja týdningin í, at størri játtanir til ungdómsarbeiði og her m.a. til ítróttina kunnu hava stóran samfelagsligan týdning. Í eini tíð har fiti og manglandi konditión eru orsøk til álvarssamar fólkasjúkur sum sukursjúku, hjartatrupulleikar osfr. átti tað at verið eitt kærkomið høvið hjá politikarum og myndugleikum at raðfest høgt játtanir til nettupp tey tiltøk, tey øki og tey feløg, hvørs arbeiði skal tryggja eina góða fólkaheilsu og harvið forða fyri vælferðarsjúkunum. Kunnu góðu úrslitini hjá landsliðnum fáa politikararnar at innsíggja hetta, tá hevur stríðið at røkka so langt sum vit gjørdu í Hannover ikki verið til fátnýtis. Tvørturímóti kann tað tá eisini fáa ein heilsumennandi týdning umframt tann tjóðskaparliga og marknaðarliga. Samleiki og vinna telja nógv, men ein góð fólkaheilsa telur mest. Gerið landsliðið til ambassadør fyri fólkaheilsuna eisini.

Sosialurin