Oddagrein· Lagnunar speisemi

Stýrið í SEV avgjørdi at halda seg til ætlanina og seta upp tríggjar vindmyllur í Eysturoynni. Tað merkir, at SEV valdi ikki at fylgja áheitanini hjá Vinnumálaráðnum um at bíða við at seta vindmyllurnar upp. Aftur eitt skúladømi um, at SEV hevur rættiliga torført at kenna vitjunartíð sína.

Fyri fyrstu ferð hevur Føroya Landsstýri sett sær fyri at orða ein almennan orkupolitikk og gera uppskot um eina el-veitingarlóg. Henda lóg skal eftir ætlan eisini áseta nakað um viðurskiftini hjá SEV, sum í dag hevur einkarrætt til el-framleiðslu.

Formaðurin í stýrinum hjá SEV sigur, at SEV tekur væl ímóti ætlan landsstýrisins. Men kortini er SEV ikki sinnað at medvirka frá tí at skjøtul verður settur á hesa ætlan. Grundgevingarnar hjá Poul Arna Jacobsen kundi ein talimaskina havt greitt úr hondum líka so væl .

Í sjóforkláringini nevndi stýrisformaðurin, at SEV hevur samstarv við eitt privat vindmyllufelag. At íbindingin hevði elvt til órógv. At SEV tí sjálvt mátti hava tær næstu myllurnar, tí kanska var neyðugt at steðga vindmyllunum, um tær elvdu til órógv. Var tá talan um privata felagið, kundi tað fáa fíggjarligar avleiðingar fyri felagið....

-Eg meini tað! (Tað siga vit, tá onkur hevur sagt okkurt ivingarsamt, tápu- ella láturligt). Ikki eiti á umsorgan. Sum leikfólk loyva vit okkum at spyrja, um tøknin í teimum londum, sum hava fingist við vindmyllur í fjórðingsøld, ikki man vera so framkomin, at tey kunnu veita eina hjálpandi hond, um kervið hjá SEV fer at skikka sær illa og fær fjáltur á leiðsluna í SEV?

Ja, fjórðingsøld er síðan, at menn og fyritøkur fóru at menna og seta vindmyllur upp av álvara. Eisini í Føroyum talaðu undangongumenn fyri at royna hesa orkukelduna og vera við í hesi menning. Og longu tá varð eisini tosað um at fáa útbygt netið, so tað toldi at taka inn vindmyllur.

El-felagið hjá okkum - tær og mær - hevur verið alt annað enn jaligt og vit hava næstan bara hoyrt um alt tað neiliga í samband við vindorku. So er vindurin ov nógvur. So er eingin vindur. So er hann ójavnur. Og nú er grundgevingin, at tað er so avmarkað, hvussu nógv orka frá vindinum, kann latast inn á kervið hjá SEV.

Í umboðsnevndini eru tíbetur fólk, sum tykjast hava víðari sjónarring. Leiðsluni er - meira ella minni - álagt at troyta aðrar orkukeldur. Nú, fjórðingsøld eftir at aðrir fóru at royna, skal SEV so partú seta tríggjar vindmyllur upp. Tað merkir, at privata felagið sleppur ikki at halda fram at byggja út, sum tað kanska hevur lagt upp fyri, og SEV ger ímóti ynski landsstýrisins at bíða eina tíð. Hetta er láturligt, hetta er grátuligt. Ja, hetta er tragikomiskt - lagnunar speisemi!

Sosialurin