Vit hava her í Føroyum eina røð av góðum og viðkomandi útbúgvingartilboðum. Vit hava Vinnuháskúlan, Handilsskúlarnar, Fróðskaparsetrið og teknisku skúlarnar. Allir lærustovnar bjóða góðar og viðkomandi útbúgvingar á høgum fakligum støði við góðum starvsmøguleikum eftir útbúvingarlok úti sum heima. Tað fer altíð at vera ein spurningur, hvørt tað er skilabest at fara burtur at útbúgva seg ella, at tey ungu vera verandi í heimligum umhvørvi sum longst. Hetta vil oftast vera eitt val hjá tí unga. Í mongum førum hava vit ikki útbúgvingartilboðini í Føroyum, og tá hevur tann ungi einki val, men má fara út í heim. Í hesum førum eru nú sera góðir fíggjarligir møguleikar at leita sær út um ríkisfelagsskapin. Hetta, at ung velja millum ymiskar lærustovnar í ymsum londum uttan fyri ríkisfelagsskapin, hevur stóran týdning fyri tey ungu eins væl og fyri føðilandið, um tey velja at koma heimaftur. Tað hevur stóran týdning fyri samfelagsliga og vinnuliga menning, at komandi ættarlið hava eina fjølbroytta landafrøðiliga útbúgvingarbakgrund. Ísland man vera besta dømi um týdningin av júst einum tílíkum útbúgvingarmynstri.
Tað er eisini nógv, sum talar fyri at taka útbúgving í Føroyum, um viðkomandi útbúgving stendur í boði her. Ein verður verandi í heimligum umhvørvi og allar skipanir eru smáar og lættar at yvirskoða og handfara. Hartil eru kanska ikki so stórar forðingar, sum uttanlanda, eitt nú við upptøkuavmarkingum v.m. Okkurt kundi bent á, at tað er skilagott og gagnligt fyri allar partar, at ein, sum t.d. velur hægri lesnað í Føroyum, eisini tekur partar av útbúgvingini uttanlanda. Í slíkum førum hava tey ungu nógvar valmøguleikar og gott fíggjarligt og fakligt útgangsstøði. Samantikið má ásannast, at útbúgvingarmøguleikarnir eru bæði nógvir, góðir og áhugaverdir. Tað er bert at halda á fjørðin og nýta teir møguleikar og taka tær avbjóðingar, sum ein altjóðagjørdur heimur nú á døgum hevur at bjóða ungum undir útbúgving. Lærdómur er lættur at bera, eitt nú, tí hann gevur valmøguleikar og valmøguleikar er eitt av tíðarinnar mongu loysunarorðum.
Sosialurin