Víðari verður víst á óvissuna á fíggjarmarknaðinum, misjavna rávørutilgongd í tilfeingisvinnuni, fløskuhálsar á arbeiðsmarknaðinum og ivan um framtíðar leiklutin hjá landinum við atliti til stimbran av búskapinum. Gjørt verður vart við, at innlendskur eftirspurningur hevur verið meginorsøkin til vøksturin seinastu árini, og at hesin vøkstur í stóran mun hevur verið fíggjaður við skattalætta og frívirðunum. Her liggur sostatt ikki ein útflutningur grundaðaður á framleiðsluvinnuna aftan fyri tað sera nógva búskaparliga virksemið, sum hevur eyðkent Føroyar seinastu árini. Hetta merkir, at tað serstakliga eru tænastu- og byggivinnurnar, ið hava havt tann stóra vøksturin. Landsbankin vísir á, at enn eru bankarnir bundnir av givnum tilsøgnum, og tí verður talan ikki um nakran veruligan steðg í búskaparvøkstrinum her og nú. Men roknast kann við, at bankarnir í framtíðini verða varnari í lángeving sínari, sigur Landsbankin í frágreiðing sínari. Landsbankin leggur eisini dent á, at størsta ávirkanin á uppgongdina seinastu 2 árini hevur verið størri nýtsla og íløgur hjá húsarhaldunum. Afturat hesum kemur misjøvn rávørutilgongd í tilfeingisvinnuni, tó at framleiðsluvøkstur hevur verið í alivinnuni og stórt trýst á arbeiðsmarknaðin.
Hóast Landsbankin metir, at talan verður um búskaparvøkstur uppá 4,7% í 2008, kann uttan víðari staðfestast, at her er talan um ávaringarljós, ið eru farin at blunka. Landsbankin nevnir millum annað fíggjarkreppuna og búskaparútlitini úti í heimi, sum elva til óvissu. So er spurningurin, hvat landsstýrið og samgongan gera við hesa frágreiðing. Hóast víst verður á glottarnar, so má henda frágreiðing fáa fíggjarmálaráðharran at rakna við. Alt bendir á minni lánsfíggjað virksemi, samstundis sum sjálvur fíggjarkostnaðurin verður hægri. Tað almenna kann, sum umstøðunar eru neyvan loyva sær at økja um nýtsluna. Sitandi fíggjarmálaráðharri hevði, tá hann sat við starvinum undir fullveldislandsstýrinum bert eina resept nevniligi avlop á fíggjarløgtingslógini, og tað var væl skiljandi, tí hann skuldi fíggja avloysingina av blokkinum. Hann hevur meira ella minni beinleiðis signalerað, at honum framvegis best dámar hesa uppskrift. Verður sæð burtur frá hesum veiku signalum, eru eingi tekin til, at landsstýrið hevur nakra strategi at takla eina hóttandi búskaparkreppu. Við blokkniðurskurði og minkandi fiskastovnum er hetta heldur eingin lættur setningur og komandi mánaðirnir fara at vísa, um samgongan hevur megina til at takla ta støðu, sum landsbankin nú lýsir. Tað kann fara at gerast neyðugt við illa dámdum tiltøkum, sum bert ein sterk samgonga megnar at fremja.
Sosialurin









