Oddagrein.Løgtingsins umboðsmaður

Vit hava tosað um at fingið ein løgtingsins umboðsmann í 20 ár, og hava nú endiliga fingið hann. Tað er ongantíð so neyðugt sum nú, at hava ein umboðsmann, ið er óheftur av miðfyrisitingini.


Vit hava fyrr á hesum stað gjørt vart við, at hvørja ferð onkur setir spurning við mannagongdir ella avgerðir hjá miðfyrisitingini, so sleppur miðfyrisitingin at kann seg sjálva.

Ikki heilt óvæntað, so plagar miðfyrisitingin ikki at finna so nógvar feilir við sær sjálvum.

Nú var so dømi um eitt mál, har ein løntakari hjá tí almenna hevði kært eina avgerð hjá Lønardeildini til Løgtingsins Umboðsmann. Niðurstøðan gekk Lønardeildini ímóti, og so skuldi málið verið avgreitt ? ella hvat? Deildarstjórin í lønardeildini kom so við tí heilt ótrúliga úttalilsinum, at tað kundi verða, at niðurstøðan hjá umboðsmanninum bleiv fylgd, og tað kundi eisini verða, at hon ikki bleiv fylgd. Tað undirgrevur virðið á umboðsmanninum, um miðfyristingin, ið annars plagar at kanna seg sjálva, ikki fylgir hansara niðurstøðum.

Hetta er sera álvarsligt. Vit hava fyrr á hesum stað sett spurnatekin við leiklutin hjá Lønardeildini, og mugu nú ásanna, at verri er statt, enn vit hildu.

Um ein alment løntur er misnøgdur við eina avgerð hjá lønardeildini, hvat kann hann so gera? Hann kann altíð fara í rættin, men tað kann ikki vera rætt, at ein meinigur maður skal brúka nógva tíð og nógvar pengar fyri at fáa tað, ið viðkomandi hevur rætt til. Tað verður altíð tann lítli ímóti ?systeminum?, og setast nógv fólk aftur, um tey noyðast í sakarmál. Nú fingu vit so løgtingsins umboðsmann, og var hetta eitt kærkomið høvi at fáa onkran uttanfyristandandi at fara til um almennar avgerðir. Serliga havandi í huga, at miðfyrisitingin hevur verið upphavið til fleiri ivasom mál seinastu 4 árini ? tað kunnu vit bara spyrja Helenu Dam á Neystabø um.

Tað er alneyðugt, at Landstýrismaðurin setur sína umsiting uppá pláss. Ein avgerð hjá Løgtingsins Umboðsmanni eigur at verða fylgd av miðfyrisitingini uttan nakra diskussión.

Fagrir faldarar um starvsfólkapolitikk nytta einki, um tann alment lønti noyðist at fara í rættin fyri at fáa tær sømdir, hann hevur krav uppá. Løgmansskrivstovan og Lønardeilidin kunnu ikki arbeiða tvørt av hvørjum øðrum, og eigur hetta mál at fáa avleiðingar, tí tað er rættiliga prinsipielt. Trivnaður á einum almennum arbeiðsplássi verður ikki tryggjaður, um rættindini hja tí einstaka verða traðkaði av ?systeminum?.

Sleppur miðfyrisitingin í hesum málinum undan at fylgja umboðsmanninum, so eigur Løgtingsins umboðsmaður antin at verða avtikin, ella má skipanin broytast, so at hansara avgerðir verða bindandi.