ODDAGREIN: »Løgmaður sigur so nógv«

– Breiður meiriluti er á Løgtingi fyri at skipa Føroyar sum eitt sjálv­støð­ugt land.

Tað sigur Kristina Háfoss, ting­kvinna fyri Tjóðveldi, í einum skriv­lig­um fyrispurningi um tjóðar­semju um at skipa Føroyar sum sjálv­støð­ugt land, sum løgmaður fer at svara á tingfundi týsdagin.

Fyrispurningin hevur ting­kvinn­an sum vera man sett í kjalar­vørr­­i­num av útsøgnunum hjá løg­manni um at skipa Føroyar sum sjálv­støð­ugt land í ríkjafelagsskapi við Dan­mark og Grønland.

Trupulleikin við lømanni er kort­ini tann, at hann ikki meinar tað so­leið­is, sum hann sigur tað. Og sam­bært tíð­ind­a­skrivi, sum skriv­ar­in hjá Sambandsflokkinum, Reid­ar Nónfjall, sendi í gjár eftir ein fund hjá val­felag Sam­bands­floks­ins í Eyst­ur­oy, so er »útsøgnin hjá løg­manni yvirtulkað«.

Tað, sum vit øll hava misskilt, skal sam­bært valfelagnum hjá Sam­bands­flokkinum skiljast soleiðis:

»Broytingar og menning av Rík­is­fel­ags­skapinum merkir ikki í huga­heimi løgmans, at vit skulu loysa – tað merkir, at vit muga taka á­byrgd og fyrireika okkum upp á fram­tíð­ina og tær avbjóðingar, sum standa fyri framman«.

So tá løgmaður sigur: »Eg droymi um eitt sjálvstøðugt land í ríkj­a­fel­ags­­skapi við Danmark og Grøn­land«, so mein­ar hann altso, at vit skulu taka ábyrgd og fyrireika okk­um upp á framtíðina...

So vita vit tað – og so er tjóð­ar­semj­an hjá Kristinu Háfoss tódnað nið­ur á seks av 33 tingfólkum.

Fólkaflokkurin hevur fyri langari tíð síð­ani lagt fullveldisætlanina á hill­ina. Hann fær nógv meira burt­ur úr at vera saman við Sam­bands­flokk­i­num, tí harvið stýrir Fólka­flokk­ur­in øllum.

Jørgen Niclasen lýsti so væl mun­in á sær og Høgna Hoydal í Degi og Viku í gjár, tá hann segði:

»Eg eri nokk meira kendur fyri at fáa ting at henda, enn Høgni Hoy­dal er...«

Og rætt hevur hann, tí hann hev­ur gott tak á bæði løg­manni, Jenisi og øll­um hin­um, sum atkvøða so, sum Fólka­flokk­ur­in vil hava tey at at­kvøða.

Og at Fólka­flokkurin ikki tekur løg­mann fyri fult lýsti formaður Fólka­floks­ins á tingi, Jákup Mikk­el­sen so væl síðsta fríggjadag, tá út­varp­ið spurdi hann um gjaldið til Heils­u­trygd:

»Løgmaður sigur so nógv...«, var stutta viðmerkingin.

Tjóðveldi kemur neyvan langt við nakr­ari tjóðarsemju. Og tá Javn­að­ar­flokk­urin hev­ur av­skriv­að Fólka­flokk­in, so er sam­starv við Tjóð­veldi krum­tapp­ur­in í alterna­tivu samgonguni, sum kanska hev­ur tjóð­ar­semju sum stevnu – men valla full­veldi.

Kanska vit skuldu gjørt sum skot­ar og avgjørt stríðið eina ferð med alla...?