Tað var ikki gamal javnaðarpolitikkur at pilka við vælferðartænastur. Hesum hevur Javnaðarflokkurin brent seg av fyrr. Tað var annars við løgtingsvalið í 1958, at Javnaðarflokkurin vann stórsigur og gjørdist størsti og stjórnarberandi flokkurin heilt fram til kreppuárini í nítiárunum, tá flokkurin misti hesa støðu. Og tað var júst tí, at flokkurin egndi við fólkapensjónini, og gjøgnumførdi hesa skipan árið eftir, at flokkurin vann hetta álit millum veljararnar.
Men hetta er nú eftir øllum at døma broytt. Flokkurin leggur ikki longur tann týdning í fólkapensjónina og aðrar almannaveitingar, og tí verður javnan skarvað burtur av pensjónini. Tað síðsta stuntið í so máta er tað, sum Sosialurin borðreiddi við fríggjadagin, at automatiska javningin av fólkapensjónini, sum fyrr var fýra prosent, síðani trý, nú heilt verður skorin burtur - fyri at spara landskassanum 12 milliónir krónur. Gott nokk sigur landsstýrið, at talan er bara um eina fyribilsskipan í tvey ár, men tað stendur ikki í lógartekstinum. Men tað hevur landsstýrið gjørt við eykaskattin á háinntøkur, her hevur landsstýrið tryggjað sær, at talan er um eina fyribils skipan, sum verður tikin avaftur.
Slík tiltøk virka bara so hálvhjartað - og púra uttan politiskt handalag, fyri ikki at siga, at fólk, sum finna upp á slíkt, als ikki hava politiskt tev heldur. Hetta er beinleiðis politiskt sjálvmorð hjá Javnaðarflokkurin at verða partur av slíkum.
Í øðrum londum hoyra vit um politikarar, sum byrja við sær sjálvum, tá óbehagiligar sparingar skulu gerast. Enska stjórnin hevur lækkað lønir hjá ráðharrum og parlamentslimum, og eisini í Danmark hevur verið kjak um at lækka lønir hjá fólktingslimum og ráðharrum. Men hetta kjakið er ikki Føroyum. Um nøkur respekt skuldi verið kring slík sparitiltøk, so áttu politikararnir at byrja við sær sjálvum og lækkað sínar egnu lønir.










