Tá loyvini vórðu latin segði landsstýrismaðurin í oljumálum, at loyvishavararnir høvdu bundið seg til stuðla uppundir ymsar verkætlanir í Føroyum, sum m.a. høvdu til endamál at menna førleikan hjá føroyskum virkjum. Tilsamans høvdu feløgini játtað at lata knappar 100 mill. kr. til slík endamál.
Higartil hava vit fingið lítið at vita um, hvat hesin peningurin í veruleikanum skal brúkast til, hvør hevur ábyrgdina av honum og hvørjar ringvirkningar hann kann fáa. Vit hava hoyrt, at bretska oljufelagið BP vil seta pengar av til ein serstakan samskiftiskaðal millum Føroyar og Bretland. Men í gjár varð so skjøtil settur á eitt av teimum stóru projektunum í hesum sambandi, nevniliga stovnsetan av grunni, sum skal taka sær av út-búgvingarmálum í sambandi við eina komandi oljutilgongd. Tað skilst, at ein stórur partur av teimum 100 mill. kr. skal kanaliserast nettupp yvir í útbúgvingarmál av ymsum slag. Hvussu hetta skal gerast varð viðgjørt á fundinum í Oljumálastýrinum í gjár.
Vit eiga at fegnast um, at peningaorka verður tøk til at menna føroyska samfelagið út um tað, sum verður sett av á okkara egnu fíggjarlóg. Tað vilja altíð vera øki, sum fíggjarlógin ikki røkkur, og tá talan er um at skapa grundarlag fyri útlendskum feløgum, sum vilja gera íløgur her við tí vón, at tey fara at vinna pening, so er einki annað enn náttúrligt, at tey eisini kenna ábyrgd mótvegis tí øki tey virka í. Tað vil altíð vera ein spurningur um javnvág. Tvs. at føroyskir myndugleikar eiga at kunna seta útlendskum vinnufyritøkum, sum vilja vinna pengar burtur úr møguligum føroyskum tilfeingi, krøv, men samtíðis má samfelagið eisini skapa hesum fyritøkum neyðugu karmarnar at virka undir.
Hóast føroyska samfelagið hevur lætt við at umstilla seg til nýggjar avbjóðingar, so er tó greitt, at avbjóðingin, sum liggur í nýggju oljuvinnuni, er so stór og øgilig, at tað krevst nógv av føroyskum myndugleikum og vinnulívi. Tað er tí altumráðandi, at føroyingar standa saman heldur enn hvør í sínum lag at dyrka egináhugamál. Vit mugu standa saman - ikki sum andstøða til útlendsku feløgini - men fyri at tryggja okkum, at nakað skilagott spyrst burtur úr fyri heildina eitt nú við at kunna veita mest møguligar tænastur á einum kvalitetsstøði. Oljufeløgini mugu so eisini vísa forstáilsi, tí hetta er nakað nýtt fyri okkum, og tí mugu tey vísa ein positivan vilja móti tí føroyska samfelagnum, eisini har hetta setir teimum eyka krøv.
Sosialurin










