Hví skal gjaldið verða júst 50 oyru? Í Danmark kunnu peningastovnarnir leggja upp til 50 oyru á hvørja flyting og løgið nokk, sæð frá einum kappingarsjónarmiði, so leggja allir danskir peningastovnar júst hesa upphædd á. Teir stóru føroysku peningastovnarnir gera so nummarið eftir. Hví ikki fría kapping? Um tann eini stóri føroyski peningastovnurin segði, at einki eykagjald skuldi verða á hesum, so høvdu kundarnir uttan iva streymað til hendan peningastovn, og hin hevði verið noyddur at fylgt eftir. Um ikki einki, so kundi kanska annar kundi lagt 25 oyru ístaðin fyri 50 oyru á. Vildi tað ikki verið eitt tekin um fría kapping?
Tað er undrunarvert, at tá nærum allir borgarar hava fingið sær plastkort, so verður eitt eykagjad lagt á, hóast hetta ivaleyst hevur spart peningastovnunum fyri nógvan pening í farnu árum.
Boðskapurin við einum eykagjaldi er, at teir kundar, ið brúka FR kortið dagliga, eru til fortreð hjá peningastovnunum. Som mikið nógv til fortreð, at eitt eykagjald verður lagt á brúkið av hesum - eftir øllum at døma fyri peningastovnarnar - irriterandi kortum.
Brúkarin eigur at vísa sína ónøgd við slíkar avtalur um eykagjald við at kanna alternativ. Er ein peningastovnur í Føroyum, ið ikki tekur hetta gjald frá teimum handlum, ið brúka teir, so eiga brúkarnir at spyrja handilin, har teir hava sína dagligu gongd, hví teir ikki finna bíligasta og bestu loysn fyri kundarnar. Eingin grund er til at lata stóru peningastovnarnir hvíla á laurberunum. Kappingin eigur at herðast, og eru tað brúkarnir, ið mugu leggja trýst á, fyri at hetta skal henda.
Er tíðin kanska komin til ein føroyskan banka afturat? Kanska er tíðin komin til at kanna kort aðrastaðni frá. Ì Stórabretlandi finnast kort, ið einki eykagjald hava. Hví skulu vit halda fast um eina danska dankortskipan, um hesar skipanir gerast so ineffektivar, at eykagjøld mugu leggjast á brúk av kortum?
Í samband við øllum tosinum um KT og innovatión, so ganga vit og tosa um, hvussu lætt tað er at royndarkoyra nýggjar KT-skipanir av ymsum slag í Føroyum, tí Føroyar eru so lítlar og tó framkomnar. Um hetta er rætt, so burdi verið lag á manni, at royndarkort okkurt annað plastkort enn dankortið, ið gerst ov dýrt - hjá brúkarnum í hvussu so er.
Vónandi er loysnin ikki, sum fyrr í tíðini, at fara í bankan einaferð um mánaðan at taka reiðan pening út til mánaðarforbrúkið. Vónandi taka peningastovnarnir sær um reiggj og avtaka eykagjaldið á brúk av korti í handlum. Livst so spyrst.
Sosialurin









