ODDAGREIN: Kommunuvalið ? eitt einfalt val

Nógv eru vallyftini, nú kommunuvalið stendur fyri durum. Fleiri lyfti eru aftur-vendandi, meðan onkur nýfikkin politikari roynir seg við onkrum nýggjum, eitt nú at beina fyri vespunum í Havn, og uppaftur aðrir royna at taka sær heið-urin av onkrum góðum máli, har teir halda seg hava havt ein fingur við í spælinum.

 

 

SOLEIÐIS er altíð, tá stundar til val. Men tað eru ávís mál, ið meira eru kommunal mál, enn onnur mál. Eftirhondini hava kommunarnar ikki so nógv at siga til eitt nú skattaprosentið. Ein orsøk er, at landsmyndugleikin hevur læst fast eitt skattaprosent á einum ávísum stigi. Annað er, at kommunurnar sjálvar hava læst seg fastar so tætt við ovara markið, at har er ikki so nógv at gera, og fáur kommunupolitikari dittar sær tí at lova lægri skatt.

MEN ansingartørvurin hevur ein alt størri leiklut í kommunupolitikkinum. Ikki bara barnaansingartrvurin, men eisini tørvurin á plássum til eldru medborgarar okkara.

TÓRSHAVNAR býráð samtykti í 1996, at barnaansingartørvurin skuldi verða loystur innan 10 ár. Út frá hesum stevnumiði hevur kommunan virkað, og var ætlanin, at fáast skuldi til vega 30 pláss um árið. Hóast hetta talið hevur hildið, so hevur barnatalið vaksið nógv meira, enn mett varð um, og er tørvurin tí framvegis sera stórur.

Á býráðsfundi í Havn hóskvøldið var til viðgerðar endamálsorðing frá sosialu nevnd um at loysa allan barnaansingartørvin fyri 2003. Men henda endamálsorðing varð ikki samtykt - og málið beint aftur í nevndina.

TAð er sjálvandi stórt mál at seta sær hjá kommununi at binda seg til at loysa allan tørvin - 100%. Men hvat kunnu borgararnir annað krevja? Hoyrir tað nakrastaðni heima, at kommunan bert vil tryggja tørvin eitt nú 75%?

SPURNINGURIN er púra greiður, tí valið stendur ímillum, um vit vilja velja politikarar at stýra kommunum okkara, sum vilja varðveita og stimbra vælferðarsamfelagið, ella um vit velja politikarar, ið ikki halda, at øll neyðvendigvís skulu hava somu kor, tí at pengarnir skulu brúkast til okkurt annað.

EITT kommunuval er ikki at val millum fullveldispolitikarar ella sambandspolitikar. Valið er einfalt, og kravið er einfalt. Vit skulu velja fólk at stýra okkara kommunum, sum taka sosialu viðurskiftini inn at hjarta. Fólk, sum veruliga vilja loysa barnaansingartørvin, fólk, sum veruliga vilja loysa tørvin á røktar- og ellisheimsplássum og fólk, sum veruliga vilja gera nakað fyri sosialu neyðina, sum týðiligast er komin til sjóndar í høvuðsstaðnum.