Men seinnu árini er tað vorðið alt greiðari fyri fjøld av borgarum eins væl og fyri landsmyndugleikum, at gamli kommunubygnaðurin má broytast. Hetta broytta tilvit kemur ikki bert av nógv útbygda undirstøðukervinum, men kemur hetta heldur av nýggjum politiskum rákum í Norðurlondum: almennar tænastur eiga at verða fluttar nærri borgara og brúkara. Talan er ikki bert um barnaansing, eldrarøkt og fólkaskúla, men landspolitikkarar eru eisini farnir at umhugsa aðrar almennar tænastur, ið higartil hava verið mettar sum landsuppgávur burturav. Her er við øðrum orðum talan um at flyta øki frá miðfyrisiting til lokalfyrisiting. Tilgongdin er byrjað, og hon kann ikki verða steðgað.
Men hendan tilgongd krevur rættiliga stórur og djúptøknar broytingar í kommunala bygnaðinum – tilgongdin krevur nógv størri kommunalar eindir. Landspolitikkarar og serfrøðingar hava leingi talað um í minsta lagi sjey og í mesta lagi níggju kommunur. Her er talan um eina kollvelting av kommunalu stýrisskipanini og tí er tað væl skiljandi, at nakrar ávísar kommunur eru ivandi, meðan aðrar taka undir við bygnaðarbroytingumum. Hesar seinnu hava skilt, at tað ræður um at verða framman fyri eina tilgongd, ið kemur uttan mun til, hvørja støðu kommunur og teirra borgarar hava til tær ætlanir, ið skiftandi landsstýri hava havt um bygnaðarbroytingar.
Nýggja landsstýrið hevur greitt signalerað, at tolið nú er um at vera uppi, og landsstýrið hevur latið almenningin skilja, at áðrenn hetta valskeiðið er runnið, skulu bert sjey kommunur vera í Føroyum. Í hesari støðu hava ávísar kommunur heilt broytt hugburð til samanleggingar, meðan aðrar standa í móti. Hesar síðstu halda framvegis ikki, at fortreytirnar eru nóg væl lýstar av landsmyndugleikunum. Nakað er um hetta. Hinvegin skulu hesar ivandi kommunur neyvan vænta sær greiðari útmeldingar frá landsmyndugleikunum enn hana, sum nýggir ráðharrin kom við í SVF í vikuni. Tað er skeivt at fremja samanlegging við makt. Latið so heldur tann konstruktiva dialogin ruddað slóð fyri tí bestu loysnini fyri allar partar.
Sosialurin