Nú brast so enn ein politisk bumba. Nýggi og ungi sjónvarspmaðurin, sum hevur gingið gott í beinið á øðrum miðili, fekk her sítt ársins scoop, tá hann solo kundi boða Føroya fólki frá, at oddakvinnan í føroyskum politikki í mong ár tók seg aftur sum forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum.
Helst hevur Helena hevur roknað út, at hon fór at tapa móti avbjóðaranum Sámal Petur í Grund. Og heldur enn at skula tapa gjørdi hon so av at trekkja seg. Tað er stutt fráliðið, síðani hon rættiliga skelkað mátti fara frá sum landsstýriskvinna. Gjørdi hon tað ikki sjálv, fekk hon møguliga sekkin frá løgmanni. Og nú tykist søgan at endurtaka seg ? heldur enn at fáa sekkin frá einum meiriluta av floksfeløgunum gjørdi hon av at trekkja seg.
Hvussu hon enn hevur dugað at telvað innanhýsis og í politikki sum heild, so skerst ikki burtur, at Helena Dam á Neystabø hevur megnað at seta Sjálvstýrisflokkin á dagskránna og gjørt flokkin til nakað meira og størri enn hann í veruleikanum er. Við síni avgjørdu, væltalandi og siðuligu framferð í miðlunum hevur hon klárað at fanga áhugan hjá fólki flest. Hon hevur so eisini verið í teirri hepnu støðu ? í onkrum føri óhepnu ? at hon hevur verið nærum einsamøll um at marknaðarføra flokkin og sjónarmið hansara.
NÚ verður spennandi at hoyra, um hon fer víðari og fyri triðju ferð tekur føroyingar á bóli: ger av at kvitta við flokkin og velur annan flokk. Tað er eingin loyna, at hóast ósamd í mongum, so liggja sjónarmiðini hjá Helenu Dam á Neystabø tættast upp at grundsjónarmiðjum Javnaðarfloksins, her bæði tá tað ræður um tey veikastu í samfelagnum og um sjálvstýri. Sámal Petur í Grund hinvegin er nógv meira tjóðveldissinnaður og tykist ikki at hava eins stóran áhuga fyri sosialum og útbúgvarmálum sum hon. Spurningurin er so, um brúgv kann byggjast um ta kluft, ið kom í millum Helenu og Javnaðarflokkin á sinni, og um hetta í heila tikið hevur áhuga fyri nakran av pørtunum.
Eingin ivi er um, at tað er ein dyggur smeitur fyri Sjálvstýrisflokkin, at Helena nú heldur ikki ætlar sær at stilla upp til fólkatingsvalið. Við tí avgerðini hevur hon gjørt luttøkuna hjá flokkinum til einkis. Flokkurin kann so brúka eitt katastrofalt fólkatingsval til at finna seg sjálvan aftur til løgtingsvalið. Um nýggi formaðurin megnar tað er so ein heilt annar spurningur.
Sosialurin