Oddagrein
Fólk, sum fylgja við í politiskum orðaskifti í bløðunum, vóru ikki sørt bilsin, tá formaður Tjóðveldisfloksins herfyri í grein nevnd »Tá søgan er følsk, verður framtíðin til fals« kunngjørdi, at føroyska sendinevndin viðvíkjandi undirgrundini í 1992 var til reiðar at góðtaka eina grønlendska loysn. Ja, tað var enntá so galið, at føroyska sendinvndin hevði ta grønlendsku loysnina í skjáttuni. Ikki kann noktast fyri, at henda myndin var munandi øðrvísi enn tann mynd, almenningurin tá fekk av støðuni hjá avvarðandi føroyskum myndugleikum. Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur, at avvarðandi føroyskir myndugleikar við Atla Dam, sála, á odda, høvdu framt eitt satt myrkaspæl kring undirgrundarmálið og dult veruligu støðu teirra í hesum týðandi máli.
Men nú kemur so ein av fremstu ráðgevum táverandi landsstýrisins í undrgrundarmálinum í blaðnum í dag og boðar frá, at páhald Høgna Hoydals er ósatt. Halgir Winther Poulsen, advokatur, sigur bart út, at orðini hjá formanni Tjóðvedisfloksins eru so burtur úr vón og viti, at tað ber ikki til at lata tey standa ósvarað. Advokaturin var sjálvur við á fundinum og kann tí vátta, at í tí tilfari, ið var fyrireikað til fundin, var eingin tilsipan til ella nakað uppskot um nakað, ið líktist grønlendsku loysnini at finna. Hann leggur afturat, at føroyska kravið var øll árini púra greitt, at undirgrundin varð yvirtikin sum sermál sambært heimastýrislógini.
Ráðgevi landsstýrisins, Halgir Winther Poulsen, sigur at enda í grein síni, at hann sjálvur tók lut í hesum arbeiðinum við undirgundarmálinum frá 1984 og kann vátta, at eingin flokkur við undantak av Sambandsflokkinum gretti orð um eina loysn, ið á nakran hátt kundi sammetast við grønlendsku loysnina. Nú er so staðfest, at Høgni Hoydal í nevndu grein beinleiðis hevur borið skeivar upplýsingar um eitt hitt mest týðandi mál í nýggjari politiskari søgu. Tað kann samstundis staðfestast, at hann við páhaldi sínum hevur dálkað minni Atla Dams. Øll vita jú, at Atli staðiligi vísti aftur eina grønlendska loysn í undirgrundarmálinum. Greinin hjá Høgna Hoydal rør uppundir, at Atli Dam, sáli, segði ósatt fyri Førpoya fólki. Høgni Hoydal hevur gjørt Atla og øllum teimum, sum hava gjørt eitt frálíkt arbeiði í undirgrunarmálinum stóran órætt, og hann skyldar teimum eins væl og øllum Føroya fóki eina treytaleysa umbering.