Størsta trupulleikan í løtuni hevur tó Javnaðarflokkurin og í skrivandi stund vita vit ikki, hvussu flokkurin fer at takla málið um Gerhard Lognberg. Javnaðarflokkurin hevur í síni drúgvu søgu ikki verið heppin við handfaring av slíkum málum. Í tríati árunum vórðu ein av stovnarunum, fyrstvaldi tingmaður, skaldið, tónlistamaðurin og fyrsti blaðstjóri á Sosialinum, M.S.Viðstein og ein bólkur saman við honum útreinskaðir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Orsøkin var ein álvarsom ideologisk ósemja, sum um sama mundið var í øllum norðurlendskum javnaðarflokkum. Við hesum misti Javnaðarflokkurin ikki bara sín radikala vinstra- og sjálvstýrisvong, men hann misti eisini undirtøku í Suðurstreymoy, sum tað tók mong ár at vinna aftur.
Í 1946 atkvøddi javnaðartingmaðurin Jákup í Jákupstovu fyri loysing, og flokksleiðslan svaraði við eksludera hann. Í áttatiárunum var rok í flokkinum á Tvøroyri, har royndir vóru at ekskludera tann atfinningarsama fakfelagsmannin Dánjal av Rana. Hetta mál endaði við, at Dánjal var verðandi í flokkinum, men sonurin stovnaði nýggjan flokk, ið hevur givið Javnaðarflokkinum nógvar trupulleikar. Hetta mál nam ikki bert við á Tvøroyri, men elvdi til trupulleikar í flokkinum um alt landið. Í 1992 var Jóannes Dalsgaard, um ikki beinleiðis ekskluderaður, so gingin, og flokkurin misti enn einaferð tann radikala vinstravong, ið einhvør javnaðarflokkur kann hava stórt gagn av.
Verður søga Javnaðarfloksins sæð undir einum yvir eitt áttati ára skeið, so hava eksklusiónir ikki gagnað flokkinum. Heldur er tað tvørturímóti. P.M. Dam, sáli, skal á eldri árum hava sagt, at við M.S. Viðstein og Jákupi í Jákupstovu misti flokkurin so nógv, at ekslusiónirnar gjørdu meira skaða enn gagn. Í dag munnu flestir søgufrøðingar geva honum rætt. Ekslusión er ein revsing, sum setir djúp sár, ið eru mestsum ólekilig. Flokksleiðslan eigur tí at hugsa seg væl um, áðrenn hon ekskluderar Gerhard. Leiðslan eigur eisini at hugsa um, at í hesum tíðum, har javnaður og tjóðveldi yvirhála borgarligu flokkarnar í neoliberalistiskum útmeldingum, er Gerhard í veruleikanum ein av teimum fáu, ið enn talar sum teir gomlu javnaðarmenninir. Her verður sjálvsagt ikki hugsað um tunnilsmálið, men um, at Gerhard Lognberg tykist vera einasti tinglimur Javnaðarfloksins, sum ikki hevur gloymt Pallaba og Marsonnu. Tað eigur at vera pláss fyri Gerhardi í flokkinum eisini eftir dagin í gjár. Um tað hinvegin ikki verður rúm fyri Gerhardi, so standa vit eftir við myndini av einum toppstýrdum og lítið demokratiskum flokki, sum einki hevur lært av síni egnu søgu. Floksleiðslan ger í klókt í at hugsa seg væl um.
Sosialurin