Hinvegin er tað serliga Miðflokkurin, sum fer við framgongdini. Flokkurin tvífaldar sítt atkvøðutal í mun til seinasta val. Hetta gevur flokkinum ein tingmann afturat, og er tað kanska Karsten Hansen effektin, sum ávirkar.
Undanførslurnar hjá einum leiðandi samgonguflokki plaga at vera, at tað slítur at sita við ábyrgd. Men tað er ikki gott nokk. Javnaðarflokkurin hevur bara ikki verið nóg sjonligur í hesum valskeiðinum. Flokkurin kom úr ein ørkenvandring í andstøðu í átta ár inn í samgonguhitan - og tók við landsins leiðslu, sum flokkurin misti við svíðandi valið í 1994, tá flokkurin fór niður í helvt. Hann fór frá at hava tíggju tingfólk niður í fimm.
Jú, rætt er, at serligar umstøður vóru tá. Men veljarakanningin í dag vísir, at flokkurøin ikki enn hevur megnað at lyft seg burtur úr teirri støðu, flokkurin kom í í 1994.
Við komandi val verður í øllum førum ein útskifting í tingmanningini. Ellispresidentarnir Vilhelm Johannesen og Henrik Old hava boðað frá, at teir ikki stilla uppaftur. Roknast kann við, at hin suðuroyartingmaðurin tekur somu støðu, nú hann nærkast 75.
Kvinnuumboðanin hjá Javnaðarflokkinum er katastrofal. Eingin vald á ting og eingin sett í landsstýrið. Týðuligar kvinnurøddir í Suðurstreymoy tosa um at gera ein serligan innanfloks kvinnulista. Hetta ljóðar sera áhugavert, um tað veruliga skal ber til at stilla kvinnur upp, sum veruliga hava kjans at verða valdar. Her eru kanska løgfrøðisligar forðngar, men vælsignaðu menn vísið nú dygdir. Gerið nakað ordiligt til tess at fáa kvinnurnar framat eisini. Tað kann bara bøta um støðuna hjá flokkinum, sum valla fær verið verri.










