Hvat hvør enn meinar um hesa avgerðina, so eru helst øll samd um, at tað er gott, at samgongusamráðingarnar fara í gongd alt fyri eitt, nú so nógv liggur á láni politiskt og í samfelagnum. Føroyar hava brúk fyri einum vælvirkandi landsstýri skjótast gjørligt.
Nú hevur so formaður Javnaðarfloksins fingið litið upp í hendi at royna seg og sínar samráðingargávur. Nú nógvir samgongumøguleikar eru vil tað sjálvandi ikki vera nøkur løtt og einfø ld uppgáva at finna ta best hugsandi samgonguna. Hinvegin er rásarúmið væl størri hesaferð, nú í hvussu er ein av teimum smærri flokkunum hevur givið til kennar, at hann ikki uppá forhond hevur læst seg fastan til ein av stóru flokkunum. Hetta er eitt klókt og skilagott trekk av Sjálvstýrisflokkinum. Flokkurin, sum var við at fara heilt úr politikki, fann síni gomlu bein aftur í valstríðnum, har eitt nú formaðurin í flokkinum á skilagóðan hátt vardi vælferðarsamfelagið og ikki gekk uppá kompromi við óverulig skattalyfti frá stóru borgarligu flokkunum. Jú vist ? ein góð vend í einum parti av tí politiska spektrinum.
Men 15 tingmenn eru tveir ov lítið til at skipa eina samgongu. Spurningurin er so, hvønn samráðingarleiðarin fyrst skal fara eftir og um hann skal fylgja alfabetinum ella støddini á flokkum. Ein ABC samgonga er ein møguleiki, og vildi verið møguleiki fyri at víðkað hana við D eisini. Aðrir møguleikar eru ACE ella BCE, sum tó er rættiliga ivasom. Tosað hevur verið um eina CEH-samgongu. Neyvan er hon tann mest upplagda, tá hugsað verður um, at hon bert hevur 17 tingfólk aftanfyri seg. Og tá er heldur ikki vist, at kemiin passar so væl saman heldur. Kanska fortíðin spøkir ella hevur sett síni spor?
Stóri spurningurin í løtuni er, hvat Fólkaflokkurin ætlar og vil. Tá hugsað verður um, at Bjarni Djurholm gjørdist sigursharrin á valinum í høvuðsstaðnum og vitandi, at hann stendur rættiliga langt frá Tjóðveldisflokkinum í fullveldismálinum, so kundi man ímyndað sær, at tað fór at vera lættari hjá A at fara saman við B og C. Sum skilst er heldur ikki vist at meira fullveldissinnaði Poul Michelsen kemur á ting tá avtornar. Tað vil aftur vera eitt pluss fyri ABC. Skeivt er at gera nakra niðurstøðu og mugu vit geva Jóannesi Eidesgaard neyðugu tíðina at finna ta bestu loysnina fyri flestu fólk í landinum. Soleiðis sum hann hevur borið seg at í valstríðnum, har hann hevur lagt dent á sínamillum virðing og samstarv, er hann uttan iva besta boð uppá ein komandi løgmann. Góðan arbeiðshug.
Sosialurin