At Føroyar ikki hevur stórvegis samband við India í dag er ikki orsøk til at setast aftur, heldur tvørturímóti, tí somikið størri er potentialið. Um so er, at handilsforðingar eru í løtuni í okkara samhandli við India, so er at fara í holt við hetta sum eina avbjóðing, sum skal loysast, heldur enn at setast aftur og falla í gomlu rilluna, um at einki ber til uttanfyri bøgarðarnar.
Tá Løgmaður fer ein sovorðnan túr, so vilja tað altíð vera tey, ið karakterisera eina og hvørja ferð hjá løgmanni sum óneyðuga. Hetta er rættiliga serføroyskt. Onkur fer helst at kanna, hvat ein billett til India kostar, og so verður tað niðurlagið, tí tað er ikki bíligt at ferðast so langa leið. Hetta er annars ikki fyrsta ferða til India hjá einum løgmanni. Atli Dam sáli var í India í sambandi við verkætlanina hjá Marinplast á sinni.
Sjálvandi skal løgmaður ikki vera bangin fyri at ferðast út um landoddarnar. Um løgmaður skal fylgja lægsta felagsnevnara í Føroyum viðvikjandi hvør ferðing er neyðug, so kom hann ongantíð longur enn í túnið í Tinganesi. Tað er ein spurningur um, hvat vit vilja her í Føroyum. Hevur man tann hugburð, at løgmansembætið eisini skal verða partur av okkara umboðan út í heim forbí Danmark og norðurlond, so er ein slik indiaferð við vinnuni ein náttúrligur partur av hansara virki. Vil man hinvegin hava ein løgmann, ið einki annað skal fáast við, enn innanlandspolitikk og viðurskifti við Danmark og hini norðurlondini, so er bara at venda eyguni inneftir, og lata heimin renna undan okkum.
Vinnan, sum er umboðað á indiaferðini, hevur tikið væl ímóti tiltakinum. Hetta burdi sagt somikið sum, at túrurin ger gagn hjá teimum, ið hann er tilætlaður at hjálpa. Tað absolutt ringasta, sum kann henda er, at løgmaður og nøkur vinnulívsfólk fáa sæð eitt sindur og víðkað sín sjónarring, og tað er als ikki nakað vána úrslit. Tað besta sum kann henda er, at okkurt ítøkiligt kemur burturúr í form av handilsambondum og nýtiligum íblástri.
Vit mugu ansa eftir, at vit ikki geva upp frammanundan og døma eina ferð, áðrenn vit síggja úrslit. Vit hava longu dømi um føroyska trolvirkið Vónina, sum hevur havt framleiðslu í India, og hví skal hetta ikki kunna vinda upp á seg, og hví skulu aðrar fyritøkur ikki megna tað sama? Hví skulu vit frammanundan fella í fátt? Einasti garantur fyri at einki hendir, tað er einki at gera og ongastaðnis at fara. Er tað stagnatión, vit ynskja fyri Føroyar, so er tað leiðin.
Sosialurin










