ODDAGREIN: Hvussu varð valt út

Tað gevur eina óhugnaliga mynd av einskiljingartilgongdini í Føroya Banka, nú tað er greitt, at einstakir útvaldir hava fingið í posa og sekk. Matematiskt skuldi tað í øllum førum verið ein ómøguligheit, at einstakir eigarar fingu 7,20% av partabrøvunum, tá samlaða útboðið varð yvirteknað 26 ferðir. Og tá verður bara tosað um tey 60%, sum Fíggingargrunnurin seldi í fyrsta umfari

Eftir standa spurningarnir um, hví og hvussu tvey feløg eru útvald. Tað er ein spurningur, sum Fíggingargrunnurin eigur at svara Føroya fólki. Og tann spurningurin gerst ikki minni áhugaverdur, tá fíggjarstjórin, sum varar av øðrum felagnum, í Útvarpinum kundi staðfesta, at bankin er seldur ov bíliga. Og at smáliga býtið millum áhugaðu keypararnar var at halda fólk fyri gjøldur. Hvør skal sæta sær, verður sagt, men máti má vera við at halda fyri gjøldur. Serliga tá ein sjálvur so ruddiliga er settur millum tey útvaldu. Og enn størri undran vekir tað, tá sami maður fyri fáum vikum síðani kom við inniligari áheitan um, at bankin fyri alt í verðini ikki mátti seljast ov dýrt.

 

Gjørd gerð fær onga vend, men tað er tó hugagott at staðfest, at onkrir av politikkarunum okkara eisini hugsa solidariskt og við samhaldsfesti. So stórur, sum áhugin var, so vildi tað sømt seg, um smærru íleggjararnir fingu møguleikan at teknað tey 600.000 partabrøvini, sum heimild er at selja afturat. Og Óli Breckmann eigur rós uppiborið, nú hann talar smámansins søk.