ODDAGREIN: Hvat vil johan við atlantsflog?

Tað troyttar eftir øllum at døma Johan Dahl, landsstýrisman í vinnu­mál­um, at partaeigarar í At­lants­flog seta fram spurningar um, hví Johan Dahl, sum umboð fyri høv­uðs­parta­eigararn í Atlantsflog ger seg inn á leið­regl­ur, sum hann sjálvur hevur sam­tykt fyri flogfelagið.

Á aðalfundinum í 2012 samtykti at Jo­han Dahl, at setast skuldi ein nevnd, sum skuldi tilnevna upp­skot til nýggjar nevndarlimir. Hend­an samtykt varð mett so týdn­ing­ar­mik­il, at hon varð fráboðað Børsinum, tí tal­an er um børsskrásett felag.

Tá nú størsti privati partaeigarin í hesi føroysku børsskrásettu fyr­i­tøku spyr landsstýrismannin, hví hann brýtur reglurnar, sum hann sjálv­ur hevur samtykt – og velur Niels Mortensen til formann – beint í­móti ein­mæltari innstilling, so fýs­ir lands­stýrismaðurin bara arr­o­­­gant at reglum og minn­i­lut­a­part­a­eig­ar­um, sum hava sett mill­i­ón­ir í fel­­ag­ið. Og nevnd­ar­for­mað­ur­in tyk­ist ikki kenna við­tøk­ur­nar og cor­p­o­rate governance, sum felagið hev­ur ásett sær sjálvum.

Tá fakta er, at Johan Dahl aktivt hevur verið úti og leitað fram Niels Mortensen nevndarformann – og harvið gjørt seg inn á leiðrelgurnar fyri nevndarval, sum hann sjávlur hevur samtykt, so eigur hann at greiða frá, hví hann hevur gjørt so.

Tá fyrsta uppgávan hjá nevnd­ar­for­mann­i­num var at koyra stjóran frá, so setir hetta valið hjá Johan Dahl enn fleiri spurningar, tí enn er eing­in frágreiðing komin.
Vit kunnu eisini spyrja, hvussu nak­­ar útlendskur í­leggj­ari kann hava álit á eini før­oysk­ari ein­skilj­ing, tá Før­oya Landsstýri heldur so hánt um íleggjarar og avtalur, sum hann sjálvur hevur gjørt.

Til søguna hoyrir jú eisini, at lands­­stýr­ið – tá Atlantsflog varð sett á børsin – staðfesti, at hetta bert var fyrsti liður í eini ein­skilj­ing­­­ar­til­gongd.

At landsstýrið beinleiðis hev­ur lump­að og bóndafangað út­lends­k­ar og føroyskar íleggjarar er ringt í sjálv­um sær. Men tað sum verri er, er at slíkur »mig-alene-vide-pol­itikk­ur« skaðar føroysk áhugamál sera nógv – hetta er ein beinleiðis hóttan ímóti teimum, sum kanska kundu freistast til at sett pengar í før­­oysk­­ar fyritøkur.

Ósvaraði spurningin er, hví Jo­han Dahl suspenderar allar mann­a­gongd­ir, sum hann sjálvur hevur ásett og boðað børsinum fra?

Ítøkiliga hevur Johan Dahl lop­ið leið­­­regl­ur felgsins um – og verið per­­són­­liga úti og funnið nýggjan nevnd­­a­r­formann. Er tað tí, at hann upp­fyll­ir persónligu krøvini hjá lands­stýr­is­mann­i­num?