Alt hetta hendir samstundis sum tað almenna setur met í utreiðslum. Hetta hongur heilt einfalt ikki saman. Hvar fara pengarnir? Kann skattgjaldarin góðtaka at gjalda meir fyri umsiting av minni? Kann skattgjaldarin góðtaka, at pengar verða brúktir til klekingardeplar av ymsum slag, samstundis, sum tær grundleggjandi tænasturnar í vælferðarsamfelagnum verða niðurprioriteraðar?
Okkara fólkavaldu mugu sum skjótast endurskoða allan almenna bygnaðin. Eitt land, ið kallar seg vælferðarsamfelag, kann ikki tilláta sær at niðurprioritera børn og ung við at forsøma skúlan, og tey sjúku og gomlu við at niðurprioritera eitt nú heimahjálp, samstundis, sum útreiðslustøðið setur met.
Vit eru komin hartil, at man má konstatera, at Finn Norman Christensen bygnaðurin er ov dýrur til føroyska samfelagið. Hetta nýtist ikki at merkja eina avmontering av tí almenna. Tað, ið krevst, er ein endurraðfesting. Tær kreftir í føroyskum politikki, ið trúgva uppá eitt vælferðarsamfelag mugu taka sær um reiggj og venda skeivu gongdini. Politikarar eiga at ásanna, at eitt norðurlendskt vælferðarsamfelag, har røkt og skúlagongd stendur frítt fyri ein og hvønn, ið tørvar tí, ikki er nøkur sjálvfylgja. Um almenni sektorurin verður forsømdur, ella um almennar útreiðslur ikki røkka fram til grundleggjandi vælferðartænasturnar, so er vandi á ferð.
Okkum tørvar eitt aðalorðaskifti á Tingi, har tinglimir minna seg sjálvar á, hvat hornasteinarnir í vælferðarsamfelagnum eru. Tá semja er um hesar, so eiga tinglimir at seta pengar av til hesar grundleggjandi tænastur, ið eiga at umfata fría skúlagongd, fría heilsu- og eldrarøkt, samskiftisatgongd og flutningsmøguleikar til øll. Tá so hetta er roknað saman, so eigur ein umsiting at verða gjørd eftir tí staðfesta tørvinum.
Fyri starvsfólkið í tí almenna, mátti tað eisini verið sæð sum ein frammihjárættur at fáast við at tæna borgaran, so nær við borgaran sum møguligt. Vit eiga at seta okkum høg mál. Málið má verða best fungerandi og best rikni almenni sektorur í heiminum.
Vilja politikarar so harafturat spæla sær við farvuríkum, men ikki strengt tikið neyðugum initiativum, so kunnu teir sjálvir meta um ráðini til hetta. Vit mugu ikki verða verandi í einari støðu, har tænastan til borgaran støðugt versnar, tí ráðini ikki eru til tess, samstundis sum umsitingarútreiðslur støðugt vaksa.
Samgongan segði nei til eina millión um dagin í blokkstuðuli. Hetta er komið okkum aftur um brekku, men tíverri sær tað út til, at mytan um, at tað ikki fór at ávirka umsitingina framvegis verður hildin á lívi, millum annað við at spara røkt til tey gomlu.
Vend má koma í ? ongantíð ov skjótt.
Sosialurin