Íblásturin til hetta tiltakið kemur úr Danmark, har vinnublaðið Børsen finnur fram til ta fyritøkuna, sum veksur skjótast.
Tað er føroyska fyritøkan BUSINESS-LINE, sum saman við BØRSEN og Eik Banka, skipar fyri spennandi vinnufundi, har ljós verður varpað á VINNARAFYRITØKUR, sokallaðar gazellefyritøkur, tvs. feløg í Føroyum, sum vaksa skjótast. Tiltakið verður í Eik Banka í dag kl. 16.
Hvat snýr hetta seg so veruliga um! Gazellur eru fyritøkur, ið hava megnað at skapt ein serliga skjótan vøkstur seinastu 4 árini. Tann mest grundleggjandi treytin fyri at verða Gazella er, at Bruttovinningurin skal verða tvífaldaður seinastu 4 árini, samstundis sum onki av ársins úrslitum áðrenn skatt skal hava hall.
Í okkara grannalondum verður nógv gjørt burturúr hesum vakstrarfyritøkum og í Danmark er tað dagblaðið Børsen, saman við Jyske Bank, ið skipa fyri vinnuráðstevnum, har vinnarafyritøkurnar verða funnar og heiðraðar.
Høvuðsnavnið á vinnufundinum er ongin minni enn Leif Beck Fallesen, ið bæði er leiðandi blaðstjóri og fyritøkustjóri á danska dagblaðnum BØRSEN. Á fundinum fer stjórin í Business-Line, Finnur Sivertsen at svara spurninginum: Hví skulu vakstrarfyritøkur fram í ljósið og føroysku vinnulívsleiðari fer at tosa um, hvønn týdning vøkstur hevur í hansara fyritøku. Á tiltakinum verður ársins vakstrarfyritøka í Føroyum 2007 kosin. Umframt at onnur eisini fara at røða um vinnulív. Sosialurin verður við á tiltakinum í dag og fara vit at gera nógv burtur úr hesum serstakliga í vinnupartinum av blaðnum týsdagin, nevndur “VINNAN”.
Tað skal vera okkara vón, at lesarar og viðskiftafólk okkara fara taka væl ímóti royndum okkara at raðfesta vinnulívið hægri í miðlum okkara og harvið eisini at geva sítt íkast til at gera vinnupartin av Sosialinum meira áhugaverdan og aktuellan hvønn blaðdag, men serstakliga týsdagar, tá vit gera meira burtur úr vinnuni sum heild, heima sum úti.
Sosialurin