Páskotið er, at tað javnan kemur fyri, at sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir á Landssjúkrahúsinum og teimum báðum smáu sjúkrahúsinum, ikki kunnu verða útskrivaðir, tí teir hava ongastaðni at fara.?Orsøkin til tað er, at talan um fólk, sum ikki klára seg sjálv, men sum Nærverkið einki nøktandi tilboð hevur til, hvørki á bústovni ella í heimarøktini.
Hetta heldur landsstýrismaðurin í heilsumálum ikki, at sjúkrahúsverkið kann standa modell til, og tí fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at tað skal bera til at krevja gjald frá hesum sjúklingunum.
Hetta er dømi um eina skipan, sum ikki riggar. Um ein landsstýrismann – og allar helst eitt heilt landsstýrið – sum ikki megnar at loysa grundleggjandi trupulleikar í vælferðarsamfelagnum – men í staðin skrivar út rokningar til okkara veikastu samfelagsborgarar.
Tað er hugstoytt at staðfesta, at politikarar koma sær at seta fram slíkar tankar. Vit kundu sagt, at tað kanska ikki er so løgið, at eitt høgraradikalt landsstýri vil hava inntøkur frá brúkaragjøldum. Men tað burdi undrað, at júst Miðflokkurin er eksponenturin fyri hesi radikalu avmontering av eini av grundsúlunum undir vælferðsamfelagnum, nevniliga ókeypis atgongd til sjúkuviðgerð.
Men kortini undrar tað ikki. Og hví ger tað ikki tað, kunnu vit spyrja. Tað hevur eydnast Miðflokkinum at tosað í fleiri tungum í hesi samgongu. Meðan Karsten og Bill hava trivist væl, so hevur Jenis venað seg illa og hótt við at slitið samgonguna fleiri ferðir. Slíkt terir upp á trúvirði – og tí verða slíkar hóttanir frá Jenisi ikki tiknar fyri fult longur. Hvørki í hansara egna flokki, ei heldur í samgonguni ella fyri tað í løgtinginum og almenninginum sum heild. Øll vita, at Jenis bluffar – og bluff verður ikki tikið fyri fult fleiri ferðir.
Tað kann væl vera, at tað er ein trupulleiki, at ov frísk fólk liggja á sjúkrahúsi – fólk, sum hava tørv á aðrari hjálp enn viðgerð á sjúkrahúsi. Men tað hjálpir lítið at senda teimum eina rokning.
Eru tað røktarheimspláss, sum Karsten Hansen saknar, so er adressan skeiv. Tað bøtir einki at plúndra tey á niðastu rókunum. Hasin trupulleikin skal loysast í politisku skipanini. Tað er tað, vit hava politikarar til.










