Einaferð afturat máttu vit staðfesta, at føroyingar siga eina søgu og danir siga sína søgu. Eftir seinastu samráðingarnar í síðstu viku máttu føroyingar bara ásanna, at tað ikki er greitt, um tað er neyðugt at broyta heimastýrislógina, um føroyingar skulu yvirtaka løgregluna og nøkur rættarmál.
Somuleiðis máttu vit aftur staðfesta, at tá landsstýrismenn fyri
Tjóðveldisflokkin samráðast um yvirtøkur stendur í botni, samstundis sum tað gongur sum eftir lunni, tá landsstýrismenn fyri Fólkaflokkin samráðast við danir um at yvirtøka málsøki. Tí spyrja óivað nógvir føroyingar, um Tjóðveldisflokkurin leitar eftir eini áhaldandi konfrontatión við danir, so flokkurin um ikki annað hevur hesa fíggindamyndina til komandi valstríð, tí flokkurin hevur fá avrik at vísa á frá hesum hallandi landsstýrisskeiðinum.
Tann dagin samráðingarnar vóru, skiltist á føroysku fráboðanini, at heimastýrislógin skuldi ikki broytast. Ístaðin skuldi ein serlóg gerast fyri, hvussu løgreglan skuldi yvirtakast. Men seinri hoyrdu føroyingar í útvarspssamrøðu, at danski løgmálaráðharrin segði, at tað er neyðugt at broyta heimastýrislógina.
Tí hevði verið áhugavert at fingið henda partin í heimastýrislógini tulkaðan, tí um føroyingar hava møguleikan at yvirtaka løgregluna eftir heimastýrislógini, so eiga vit rættin til yvirtøku, hóast danska stjórnin ikki er sinnað at ganga ynskjunum hjá føroyingum á møti.
At yvirtaka rættarmál og løgreglu er ikki so einfalt, langt í frá so
einfalt sum at yvirtaka skipasýnið ella flogvøllin. Tí vildi eitt og hvørt landsstýrið, sum veruliga var sinnað at yvirtaka hetta málsøkið, gjørt sítt fyri at fáa málið so væl lýst og fyrireikað sum gjørligt. Hetta hevði latið seg gera við at seta eina embætisnend, sum danski løgmálaráðharrin hevur skotið upp.
Hesi nevnd vil landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum ikki vita av. Og sjálvandi kunnu fólk gita, at hann vil ikki hava málið lýst og yvirtøkuna væl og virðiliga fyrireikaða. Men hvat sigur tann hóvligari parturin í landsstýrinum við løgmanni á odda - setir hann hart ímóti hørðum og krevur, at ein embætisnevnd verður sett at fyrireika eina yvirtøku? Tað er gjørt í sambandi við skipasýnið, sum neyvan er so trupult mál sum løgregla og rættarmál! Okkara uppskot er: setið eina embætismannanevnd at fyrireika ætlanina at yvirtaka løgregluna og rættarmálini!










