Vit vildu sagt, at støðan er ógreið, men formenninir í hinum landsstýrisflokkunum skíra ta nýggju støðuna, sum hevur tikið seg upp fyri »politiskt kaos« og at »Føroyar eru í undantaksstøðu«. Tí kunnu vit ikki siga annað, enn at samgonguflokkarnir fara illa við síni egnu samgongu. Hvat skal so restin av Føroya fólki halda?
Satt at siga, so virkaði løgmaður ikki serliga sannførandi, tá hann boðaði frá 1. februar, at vit skulu hava tvær fólkaatkvøður. Eina 26. mai um sjálvstýristilgongdina, og eina fólkaatkvøðu um fullveldistøkuna um 12 ár. Men nú er greitt, at Tjóðveldisflkkurin kroysti løgmann til hesa støðutakanina - meira ella minni.
Eygleiðarar vistu jú, at Fólkaflokkurin var ikki serliga fegin um hesa ætlanina hjá løgmanni, tá hann boðaði frá henni 1. februar, og harafturat søgdu øll tekin í sól og mána, at danska stjórnin fór ikki at góðtaka eina 12 ára langa skifistíð. Og hesin illgruni var eisini váttaður fimm dagar seinri, tá forsætismálaráðharrin boðaði frá, at tann búskaparliga skiftistíðin verður bara 4 ár.
At Fólkaflokkurin - og helst eisini Sjálvstýrisflokkurin - fekk kaldar føtur, roknaðu tey flestu við. Men kortini varð hildið, at tá nú løgmaður langt um leingi hevði fngið samgonguna at semjast um ein nýggjan leist, fór hann at halda seg til hann. Og tað skuldi merkt, at vit fóru til eina fólkaatkvøðu tann 26. mai. Líka mikið, hvat ein veljarakanning segði.
Men »føturnar vóru so kaldar og vátar«, at løgmaður legði av sínum eintingum eina nýggja kós. Enn er ikki greitt, nær samgonguflokkarnir fingu boðini at vita, men tað tykist greitt, at teir vistu um ætlanina í fleiri dagar, áðrenn nýggja kósin hjá løgmanni varð kunngjørd.
Staðfestast kann, at henda kósin er meiri realistisk - ella pragmatisk - og eisini skuldi verið møguligt at fingið fleiri flokkar at tikið undir við hesi ætlanini. Men fyri tey fullveldissinnaðu man nýggja støðan vera hugstoytandi, eins og hon er aftur eitt dømi um, at Fólkaflokkurin svíkur víðgongda sjálvstýrispolitikkin, tá á stendur.










