ODDAGREIN: Hugsa um skattalætta

Tá fíggjarkarmarnir vórðu lagdir fram í Fíggjarmálaráðnum mána­­dag­in boðaði Jørgen Niclasen, fíggj­­ar­málaráðharri frá eini skatta­um­legg­ing – sum skal gera før­oysku skatta­skip­anina meira kapp­ing­ar­føra.

Landsstýrismaðurin nevndi, at skatt­a­trýstið í Føroyum er hægri enn í til dømis Noreg, Íslandi og í Dan­mark.

Men skattaumleggingin skal kort­ini ikki kostað landskassanum peng­ar, sum flatskattaskipanin gjørdi, tá hon varð innførd nakrar dag­ar eftir, at borgarliga landsstýrið varð skipað.

Kringvarpið spældi eina gamla sam­røðu við løgmann týsmorgunin, sum varð gjørd í fjør, tá fíggjarkarmarnir vórðu lagdir fram. Har tók løg­mað­ur til sín kritikkin, sum sam­gongan hev­ur fing­ið fyri flat­skatta­skip­an­ina, sum gav teimum ríkaru skatta­lætta.

Løgmaður segði, at samgongan eig­ur at taka hendan kritikkin til sín og vita, hvat gerast kann fyri at lætta um skattin á teimum lægru inn­­tøk­u­num.

Tað eru 13 ár síðani, at hesi orðini hjá løgmanni fullu. Jørgen Niclasen segði við Rás2, at tey arbeiða við eini hugskotsskrá, har tey skulu finna hugskot fram til at vita, hvussu tey kunnu lækka skattin hjá serliga miðalinntøkunum.
So er spurningurin, hvat um­legg­­ing­in gongur út uppá. Men tá flat­­skatta­skipanin varð sett í verk var einki til hindurs fyri at frá­taka lands­kassanum inntøkur í hundrað­­mill­i­ón­a­klass­anum, sum part­­vís varð fíggjað við at skatta pen­­sjón­ir­nar við inngjaldi.

Men eftir øllum at døma ætlar lands­stýrið ikki at seta inntøkur til viks fyri at lætta um hjá teim­um lág­løntu. Og ger landið kortini tað við at seta í verk ymisk brúk­ar­a­gjøld, so tey somu gjalda tað sama bara øðrvísi, hvussu nógv er tá vunnið?

Tað er spell, at vit ikki fingu ein gen­­­e­­rell­­an skattalætta, tá viljin varð so stórur, at landsstýrið kundi gjøgn­­umføra skattalættan hjá teim­­um há­­løntu upp á nakrar fáar dag­­ar. Hevði viljin verið tann sami at lætt um hjá fólkum, við teimum lægru inn­­tøk­­­u­num, so varð ikki bíð­að til tólvta tíma, nú val stundar til, og flokk­ar eru farnir at fyrireika upp­­­still­­ing­­ar­­list­­ar­­nar.

Flatskatturin er uttan iva kom­in fyri at vera. Men skulu aftur 13 mán­að­ir ganga frá hugskoti til veruleika, so kunnu tey lágløntu skjóta ein hvít­an píl eftir skattalættanum.