Oddagrein· Áhugaverdur sáttmáli

Nú um dagarnar kom eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Chevron við sera áhugaverdum tíðindum í tíðindaskrivi. Felagið, sum er við í leitingini eftir olju og gassi við Føroyar, boðar frá, at tað hevur gjørt ein sáttmála við Stena Drilling um leigu av boriskipi og boripalli fyri nærum 5 milliardir kr. við møguleika at víðka sáttmálan til eitt 8 ára skeið fyri umleið 10 milliardir. Hesar methøgu upphæddir vísa, at felagið vil nakað.

Orsøkin til at hetta hevur okkara áhuga er tann, at boriskipið talan er um verður bygt í løtuni til serstakliga at arbeiða á djúpum vatni og í økjum við sera ringum veðri. Í tíðindaskrivinum stendur, at boriskip og pallur eru ætlað at brúka í leiting og vónandi eisini útbygging av oljufeltum á Atlantsmótinum tvs. vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar.

Hóast mesta fokus í løtuni er á boringina á landgrunninum, har Statoilsamtakið er við at bora seg niður gjøgnum undirgrundina, so eiga vit ikki at undirmeta týdningin av umrødda sáttmála Chevron hevur gjørt við sama borifelag. Hann vísir, hvussu høgt eitt av heimsins størstu oljufeløgum raðfestir føroyska landgrunninum. Chevron, sum tey mongu seinastu árini hevur verið sera virkið á bretska landgrunninum, fekk tillutað leitiloyvi á føroyska landgrunninum í 2. útbjóðing. Tað er sama felag, sum herfyri gjørdi eitt stórt fund beint hinumegin markið.

Tað er eftir øllum at døma hetta fundið saman við øðrum loyvum felagið hevur báðumegin markið, sum er orsøkin til, at Chevron nú vil gardera seg  tvs. vil tryggja sær at hava alla ta boriorku til taks, sum krevst fyri bæði at leita, bora avmarkingar- og metingarbrunnar og til seinast at brúka í eini útbyggingarætlan. At felagið hevur tryggjað sær boriskip heili átta ár fram frá 2008 kundi bent á, at hetta er liður í eini miðvísari leiti- og útbyggingarætlan fyri Atlantsmótið ella neyvari fyri leiting og útbygging báðumegin markið millum Føroyar og Bretland. Fyri Føroyar ein sera spennandi avbjóðing.

Sosialurin