Hetta kann bara ljóða væl í oyrunum hjá teimum, sum helst síggja, at oljufeløgini halda fram við sínum virksemi á Atlantsmótinum hóast væntandi úrslit í mong ár. Nettupp Statoil og Dong eru oljufeløg, sum eru rættiliga virkin við Føroyar, og at tey nú "farma" inn í eitt loyvi í bretskum øki so nær markinum eisini, kann bara bera boð um, at tey framvegis trúgva uppá Atlantsmótið.
Í tíðindasendingini í Útvarp Føroya mikukvøldið segði stjórin í Statoil, Rúni Hansen, at teir síggja samstarvið við ChevronTexaco nær markinum sum ein møguleika at fáa sær týðandi vitan, ið kann brúkast í leitingini við Føroyar eisini. Hetta eru áhugaverd úttalilsi, nú vit vita, at brunnurin, sum Statoil og hini feløgini fara at bora hinumegin markið í summar, liggur ikki so langt frá økjum á føroyska landgrunninum, sum helst verða boðin út í komandi útbjóðing.
Vit kunnu ikki annað enn lesa burtur úr hesum tíðindunum, at eitt felag sum Statoil, fer at liggja rættiliga frammaliga, tá boðið verður út aftur á landgrunninum. Og um vit nú ímynda okkum, at samstarvið hinumegin markið við tað stóra samanlagda oljufelagið ChevronTexaco fer at bera veruligan ávøkstur, so átti ikki at verið óhugsandi, at nettupp hesi bæði stóru feløgini ? møguliga saman ? fara at bjóða uppá teigar í 2. útbjóðing ? og ein kann eisini ímynda sær við tí áhuga tey vísa fyri leiting sum heild á Atlantsmótinum, at tey koma at vera flaggskipini í eini nýggjari rundu, tvs. tey feløgini, sum møguliga fara at vísa hinum feløgunum vegin og draga tey við. Harvið er ikki sagt, at onnur feløg, sum eisini hava víst økinum ans, so sum BP, Amerada Hess, ENI og Anadarko, ikki eisini fara at vera virkin í eini komandi rundu. Tað vil tó altíð vera gott fyri eitt nýtt øki, at tað eru fleiri stór feløg við drúgvum royndum og orku, sum ganga undan. Vilja onnur eisini tað, so ongantíð betur.
Vit kunnu í hvussu er bara staðfesta við teimum seinastu tíðindunum um samstarv millum Statoil, ChevronTexaco og Dong, at lív er í aftur leitingini á Atlantsmótinum, og tað kunnu bara vera góð tíðindi til allar føroyingar, nú tað kanska meira enn fyrr, verður brúk fyri at fáa búskapinum fleiri bein at standa á.
Sosialurin