Eftir orðaskiftinum at døma er Tjóðveldisflokkurin við at avbyrgja seg
sjálvan. Tilvitað ella ikki. Hann tvíheldur um eina fullveldistilgongd,
sum meiriluti ikki er fyri, og sum Fólkaflokkurin meiri ella minni ikki
tekur undir við. Eitt er, hvat floksformaðurin sigur, og eitt annað er,
hvat ein meiriluti í flokkinum tekur undir við.
Tjóðveldisflokkurin er spáddur at fáa eitt gott val, men hvat kann hann brúka
ein valsigur til, tá samgongan ikki hevur meiriluta eftir valið, og tá
hann slettis ikki vil slaka og kanska royna at fáa eina semju við
Javnaðarflokkin um eina loysn innan fyri ríkisfelagsskapin. Fyribils í
hvussu er, og sum ein dyggur meiriluti er fyri í føroyska
veljaraskaranum, heili 59 prosent.
Tí er lítið annað hjá formanninum í Javnaðarflokkinum í at gera enn at
siga, at ein samgonga eftir valið má byggja á ein sjálvstýrispolitikk,
sum miðjar eftir eini loysn innan karmarnar í ríkisfelagsskapinum.
Hann veit, at her eru samgongumøguleikar við Sambandsflokkin, sum hevur
verið rættiliga virkin í trivnaðarmálum, sum Javnaðarflokkurin hevur
lagt dent á alla sína tíð. Harafturat veit hann, at tað óivað ber til at
finna eina semju við Fólkaflokkin, sum fyri alt vil sleppa at halda fram
í samgongu, og sum óivað vil ganga við til eina millumloysn í
ríkisrættarliga spurninginum.
Í hesum sambandi er uppskotið hjá Bjarna Djurholm rættiliga áhugavert.
Hóast fleiri fólkafloksmenn hava skammað hann fyri at hava borið upp á
mál at venda fullveldistilgongdini á høvdið, taka aðrir fólkafloksmenn
undir við uppskotinum og rósa tí.
Hann mælir til tað sama sum Javnaðarflokkurin. Nevniliga at samráðast
við danir um at seta øll mál á ein lista og yvirtaka tey, tá føroyingar
ynskja tað uttan samráðingar við danir í hvørjum einstøkum máli.
Hetta er ein møguleiki, sum er áhugaverdur, men hesir flokkar hava
sambært meiningarkanningunum ikki meiriluta í komandi løgtingi.
Sosialurin










