Oddagrein:Hovs-Øravíkartunnil hægstu raðfesting!

Vitjan tingmanna í Suðuroy hevur sett Suðuroynna á dagskránna, og greitt er, at nógv mál í Suðuroy liggja á láni. Av teimum mongu málunum er ein tunnil millum Hov og Øravík hitt mest átrokandi málið. Vegurin um Hovsegg er sera vandamikil, og tað er bert eitt Guds undur, at stórskaði ikki longu er hendur á hesum vegastrekki. Ferðslan um Hovsegg er stór, og nøkur teirra, ið har ferðast dagliga eru tvungin at fara hetta strekkið. Vit hugsa um næmingarnar á miðnámskúlanum í Vági. Hvør hevur moralsku og menniskjaligu ábyrgdina um ein stórskaði hendir her? Svarið kann bert verða: her má eingin skaði henda!

Gamalt er, at best er at binda um heilan fingur. Hetta merkir, at betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Betur er at fyrbyrgja enn at lekja. Tá vegurin millum Hov og Øravík var gjørdur í síni tíð, var eingin, sum hugsaði um tunnlar millum bygdir í Føroyum. Hvørki tøknin ella búskapurin vóru til slíkar loysnir. Hartil kom, at ferðsaln var ein heilt øðrvísi, enn hon er í dag. Bilarnir vóru færri og lættari ? privatbilisman var ókend, ei heldur nakar droymdi um hana. Men alt hetta er broytt, og Suðuroy er at kalla eitt øki ella ein skipan. Fleiri skúlar og almennir stovnar dekka alt økið, og borgararnir eiga at kunna koma trygt til hesar stovnar á summri sum á vetri. Ein tunnil millum Hov og Øravík eigur tí at standa ovast á íløgulistanum í komandi fíggjarlóg, og ger hon tað ikki, er hetta prógv um stórt ábyrgdarloysi og um ramastu líkasælu mótvegis medborgarum okkara í Suðuroy.

Vit kundu nevnt onnur átrokandi mál t.d. spurningin um trolingina vestan fyri Suðuroynna, sum tingmaðurin Henrik Old tíbetur nú hevur reist á tingi, útbyggingina av skúlunum, leiklutin hjá sjúkrahúsinum, lagnan hjá djúphavnini í Vági, vanlukkuna innan alingina og mangt, mangt annað. Alt hetta krevur, at tingmenninir í oynni ansa væl eftir og fylgja væl við, at teir alla tíðina skora á og ansa eftir at henda forfjónaða oyggin ikki dettur burtur ímillum.

Men fyrst og fremst mugu suðringar sjálvir taka ábyrgdina av egnari lagnu og av at menna oynna. Hetta gerst ikki við mekaniskt at flyta almennar stovnar til Suðuroyar. Tað gevur onga menning í sjálvum sær. Menningin, tann ektaða og varandi økismenningin kemur fyrst og fremst við at nðta vit og skil og tann dugnaskap, tað áræði og tey skapandi evni, ið altíð hava eyðkent sjarmerandi og lívsfríska fólkið fyri sunnan.

Sosialurin