Sosialurin, sum nú í mong ár, trúliga hevur roynt at fylgt heimligu kappingunum, ætlar sær ikki at liggja sjóvarfallið av sær. Vit fara at bjóða okkara lesarum tilfar undan hesi HM kapping og fylgja henni sohvørt.
Tað at fleiri av okkara grannatjóðum eru við í kappingini ger hana ikki minni áhugaverda. Her er bæði talan um íslendingar, norðmenn og danir fyri bert at nevna nøkur av londunum, sum fara at kappast um tað størsta av øllum innan heimshondbóltin, heimsmeistaraheitið.
Umframt at kunna stimbra okkara egnu kappingar og geva spælarum gott í ”beinið”, so er manshondbóltur á hægsta altjóða støði nakað av tí besta sjónvarp kann bjóða, tá tað snýr seg um ítrótt og kapping. Her er hvørt sekund áhugavert og avgerandi. Frá byrjan til enda.
Kend føroysk hondbóltsandlit fara at gera viðmerkingar, soleiðis at vit eisini fáa føroyskar vinklar uppá hesa kapping. Gera hana heimliga og ja, rætt og slætt gera hana til tað góða blaðtilfar, sum hon eisini er. Vit fara eisini at heita á okkara lesarar um at koma við sínum viðmerkingum til komandi HM hondbóltsbløð. Kappingin byrjar 21. januar men leggja vit í vaðið nakað væl áðrenn. Vit kunnu so bert ynskja øllum eina góða kapping og góðar upplivingar.
Sosialurin