Oddagrein· HM-summar framman fyri skíggjanum

Seinnapartin í dag byrjar HM-endaspælið í fótbólti. Hóast Føroyar  kanska sjálvsagt  ikki eru partur av fína selskapinum, sum spælir í Týsklandi, so er einki at ivast í, at stórur partur av landinum fer at sita við skíggjan, hóast fagrasta summarveður til tíðir kann vera uttanfyri. Ella kanska verður sjónvarpið bara drigið út í tún onkran dagin.

Tí hvussu víkir og vendir, so hevur fótbólturin seinnu árini ment seg til at verða størsti undirhaldsídnaðurin í heiminum. At kalla øll hava eina meining um, hvørt talan var um brotsspark ella ikki. Hvør spælari skaraði framúr í einum dysti, ella hvussu tann og tann dómarin dømdi.

Hetta eru alt lutir, sum kunnu fáa sinnini í kók til tíðir, men júst tí er týdningarmikið at minnast til, at fótbóltur í veruleikanum er undirhald. Talan er um eitt spæl, sum allur heimurin er fallin fyri, og tí er sjálvandi altavgerandi, at spælið sjálvt verður hildið í hásæti.

Tað kunnu vit í Føroyum kanska ikki gera so nógv við, tá fremstu fótbóltstjóðirnar dystast í Týsklandi. Men hetta er tó nakað, sum vit øll eiga at leggja okkum í geyma. Ikki minst, nú heimliga kappingin tykist hava fingið hópin av negativari umtalu fyrstu umførini í ár. Negativa umtalan hevur sjálvandi sínar orsøkir, men vit øll  spælarar, dómarar, leiðarar og áskoðarar  eiga øll at geva okkara íkast til, at hetta ikki fær gróðrarfesti. Og tað gerst bert við at vísa góðar tankar og føgur orð í verki.

Og hvørjum skulu vit so halda við, nú HM verður skotið av. Tað býr ein megi í flestu av okkum, at vit skulu halda við onkrum. Hetta er líkasum drívmegin, sum fær okkum at leita til skíggjan aftur og aftur, tó at vit fyrst og fremst gleðast um tað góða spælið og kynstrið. Føroyingar hava altíð havt eitt gott eygað til danska landsliðið, sum tíverri ikki rakk til HM. Síggja vit HM úr frá einum norðurlendskum sjónarhorni, so umboða sviar okkum øll. Og kundi tað ótrúliga eisini hent, at outsidararnir úr Svøríki koma langt, møguliga í finaluna. Tað hevði ikki verið ringasta boðið. Men tað verður eingin løtt uppgáva, tá hugsað verður um, at Brasilia, Argentina, Frakland, Týskand og Ongland eru við. Hvønn vit enn halda við, so kunnu vit øll kortini gleðast okkum til at síggja fótbólt, tá hann er bestur og mest spennandi. Fáa vit spenning og kvalitet, so er tíðin frammanfyri skíggjan væl brúkt skilagott.

Gott fótbóltssummar!

Sosialurin