Oddagrein· Hjartaliga vælkomin til Føroya Al Gore

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Al Gore kemur til Føroya og verður høvuðsrøðari á veðurlagssstevnu í Norðurlandahúsinum í apríl. Og tað er enn einaferð Vinnuhúsið, sum við hesum initiativi hevur sett Føroyar á altjóða pallin.

Eftir at Bill Clinton í fjør vitjaði, hevur Vinnuhúsið í ár fingið varaforseta hansara og seinni Oscar-vinnaran, Al Gore henda vegin í ár. ?Tann 8. og 9. apríl skipar Vinnuhúsið fyri stórari umhvørvisráðstevnu. ?Fleiri kend og áhugaverd nøvn innan granskingarøkið verða tá millum fyrilestrarhaldararnar, men eingin teirra man tó røkka Al Gore í so máta. ?Gore var varaforseti árini, sum Bill Clinton var amerikanskur forseti, og hann var forsetavalevni, tá Bill Clinton eftir 8 ár fór úr Hvítu Húsunum. Og síðani hevur hann støðugt framt eitt stórt arbeiði fyri umhvørvið. Millum annað varð hann virðisløntur fyri filmsverk, sum hann gjørdi um veðurlagsbroyting.

 

Vit kunnu bert geva Vinnuhúsinum og Bitlandi og teirra góðu fólkum alt tað rós, sum hugsast kann fyri at hava megnað enn eina stóra uppgávu. Fyrst fingu tey fyrrverandi amerikanska forsetan Bill Clinton til Føroya, og nú hava tey eisini fingið fyrrverandi amerikanska varaforsetan og forsetavalevnið Al Gore henda vegin. Er Bill Clinton eitt tað mesta kenda navnið í heiminum, so liggur Al Gore ikki langt aftanfyri.

 

Fyri okkum føroyingar er tað eisini nakað heilt serligt, at Al Gore kemur hendavegin, tí vit eru partur av teimum veðurlagsbroytingum, sum so nógv verður tosað um. Okkara fremsti granskari á økinum og við altjóða formati, Bogi Hansen hevur gjørt eitt stórt arbeiði á nettupp hesum øki. Fyri tað fekk hann norðurlenska viðurkenning í fjør. Vit síggja tí fram ímóti at síggja hesar báðar frægu veðurlags- og umhvørvismenn, Al Gore og Boga Hansen taka lógvatak saman – fyrst og fremst til frama fyri veðurlagssøkini men so sanniliga eisini til frama fyri Føroyum. Bogi Hansen hevur meira enn nakar roynt at fáa føroyingar at taka undir við Kyoto og geva sítt íkast. Nú fær hann bráddliga hjálp frá Al Gore, og vónandi kann Al Gore eisini fáa íblástur til sítt víðari arbeiði frá okkara fræga granskara og annars øllum Føroyum.

 

Gott í tykkum í Vinnuhúsinum og Bitlandi fyri at hava sett hesa vitjan á skránna, sum so eisini kann vera við til at seta Føroyar á heimskortið. Men hon krevur so eisini av okkum, at vit taka í egnan barm og taka hóttanina frá veðurlagsbroytingum í størri álvara. Miðlahúsið við blað, radio og portali fer at gera sítt til, at henda vitjan verður væl og virðiliga dekkað. Hjartaliga vælkomin til Føroya Al Gore.

 

Sosialurin