Tjóðveldisflokkurin er sostatt heilt farin burtur frá tí fólkatingspolitikki, sum varð rikin, tá flokkurin upprunaliga fekk fólkatingsumboðan. Tá var talan um reinan mótmælispolitikk, meðan tað, sum vit nú síggja mestsum kann nevnast fyri luttøkupolitikk. Flokkurin samstarvar við ein og hvønn, sum vil samstarva við hann. Hetta er ein logisk fylgja av tí pragmatiska politikki, sum flokksformaðurin hevur rikið frá fyrsta degi. Men hesin politikkur merkir so eisini, at fólkatingið ikki gerst tann pallur fyri fullveldishugsjónini, sum hetta ting kundi verið við mótmælisstrategiini. Fullveldishugsjónin verður so afturfyri marknaðarførd á ráðstevnum og seminarum, har danskir vælmeinandi politikkarar taka lut og verða tiknir til inntøku fyri sakina. Samlaða myndin av støðu Tjóðveldisfloksins gerst eitt sindur kám og ógreið orsakað av hesari strategi, men tað skuldi ikki undra okkum, um hon gav atkvøður.
Hinir flokkarnir eru heldur ikki serstakliga greiðir, tá talan er um ríkisfelagskapin. Tó tykjast Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin at hava tikið endliga støðu og eru púra samdir: hesin spurningur skal loysast við sjálvstýris- ella yvirtøkulógini og við uttanríkispolitisku heimildunum. Sjálvstýrispurningurin er í hesum høpi púra greiður og trætan við Tjóðveldisflokkin er mest eitt stríð um orð. Hinvegin er spurningurin um uttanríkispolitisku heimildirnar ikki nóg greiður. Tað hevur gruggað málið, at danska stjórnin hevur lagt grønlendsku heimildarlógina fyri fólkatingið, áðrenn semja er fingin um føroysku heimildirnar. Hetta er antin gjørt í tankaloysi ella er hetta gjørt við beráddum huga. Hvør orsøkin so er, kann vera eitt feitt. Virknið er føroysku heimildarlógini til miklan skaða. Umrøðan av grønlendska uppskotinum hevur longu verið málinum um føroysku heimildirnar til miklan skaða. Landsstýrið hevur tí einki í vali uttan at halda fast og ikki bakka. So má hetta mál heldur taka eitt sindur av tíð afturat. Grønlendska loysnin gevur alt ov lítið og hon gevur Tjóðveldisflokkinum so góð kort í hondina, at løgmaður fær nóg mikið við at verja avgerðina restina av valskeiðinum. Hann má tí takað stríðið við Fogh uppaftur eftir valið, um Fogh, sum øll vænta aftur gerst forsætisraðharri. Vit fara at venda aftur til onnur evni í valstríðnum í seinni greinum.