Føroyingar hava við stórverkinum fingið víðopnan veg út í heimin. Nú ber til hjá føroyskum skúlaungdómum og okkum øllum at finna útav, hvussu orð og vendingar á enskum kunnu sigast á føroyskum, og hvussu orð og vendingar á føroyskum kunnu sigast á enskum. Talan er um sovornan marknaðarstein, at vit hava hildið tað vera upplagt at gera nógv burturúr. Mánadagin var grein um framløguna í blaðnum, mikudagin var annar av høvundunum gestur á Rás2, og í dag hava vit fýra síður um orðabøkurnar í vikuskiftisblaðnum.
At tað nú ber til at fara beinleiðis úr enskum og í føroyskt og beinleiðis úr føroyskum og í enskt er framúr og er samstundis staðfesting av, at støðan hjá donskum ikki er tann, sum hon hevur verið . Nú nýtist okkum ikki at nýta danskt sum millumstøð.
Eingin ivi er framvegis um, at danskt er næsta málið hjá føroyingum. Men tað er heldur eingin ivi um, at enskt nú er fremri, enn tað hevur verið, og tað er eingin ivi um, at tað í framtíðini verður alneyðugt hjá føroyingum at duga betri enskt, enn vit higartil hava gjørt. Hetta setir krøv til skúlan og útbúgvingarstovnarnar. Spurningarnir eru eitt nú, hvussu nógv meiri enskt skal lærast, á hvønn hátt tað skal lærast, og hvar tíðin til at læra meiri enskt skal fáast frá.
Samstundis sum vit fegin vilja røkka longri út í stóra heimin, so vilja vit fegin vera partur av norðurlendska samstarvinum. Her ræður um at finna røttu javnvágina, og tað er ikki bara sum at siga tað. Í norðurlendskum samstarvshøpi hevur dentur verið lagdur á týdningin av at raðfesta norðurlendskt mál og mentan. Seinnu árini hevur hetta ikki bara verið sum at siga tað. Finland og Ísland tykjast slíta seg í norðurlendska tjóðrinum. Ofta verður sagt, at fundir og ráðstevnir ganga fyri seg á enskum, tí íslendingar og finlendingar ikki duga norðurlendskt.
At talan fer at verða um málsliga telving er einki at ivast í. Í heimastýrislógini verður sagt, at danskt hevur somu støðu og sama rætt í Føroyum, sum føroyskt hevur. Soleiðis er formligi veruleikin framvegis. Reelt er veruleikin ein heilt annar. Tá ið stýrisskipanin um tvey ár verður samtykt, um tað verður, sum samgongan ætlar, so verður samsvar millum formella og reella veruleikan.
Tað ræður um at hava amboðini at møta framtíðini við. Heimurin liggur víðopin, og nýggju orðabøkurnar eru kærkomnar. Samstundis er grundarlagið undir orðaskiftinum um støðuna hjá donskum og enskum í Føroyum øðrvísi, enn tað hevur verið.