?
Vísindanevndin hjá NAMMCO skipar fyri hvalateljing komandi summar, og hetta verður mest umfatandi hvalateljingin higartil. Umframt øll NAMMCO limalondini, fara eisini Kanada og Russland at vera við í teljingunum hesaferð. Úrslitini av teljingunum kunnu føra til, at stovnsmetingin av grindahvali á okkara leiðum skal endurskoðast. Føroyar hava havt formansskapin í NAMMCO síðan 2004, tað er Kate Sanderson, serfrøðingur í Fiskimálaráðnum, sum er forkvinna. NAMMCO hevur síðan stovnsetingina fyri umleið fimtan árum síðani havt stóran og alsamt vaksandi týding fyri almennu og altjóða fatanina av hvali, kópi og veiðu av hesum sløgum. Sum tjóðir, ið tilskila sær rætt til at troyta havsins livandi tilfeingi á ein burðardyggan og ábyrgdarfullan hátt hava limalondini stóran tørv á vísindaligum dátum, ið kunnu mynda støði undir burðardyggum veiðipolitikki og stovnsrøkt.
Men hetta evnið snýr seg sjálvsagt ikki bert um veiði og veiðipolitikk. Hetta snýr seg um okkara felags ábyrgd fyri havumhvørvinum og fyri varðveitingini av teimum súgdýrum, ið finnast í Norðurhøvum. Á hesum øki hava londini kring Norðuratlantshavið eina serstaka og stóra ábyrgd. Arbeiðið við burðardyggum veiðipolitikki snýr seg tí um dygga og vísindaliga grundaða stovnsrøkt, um eftirlit og um hugburð. Havsins ríkidømi, tað veri seg fiskur, súgdýr, skeljadýr, smádýr, mikroorganiskur ella tari og havplantur – alt hetta margfeldið ger okkum menniskju ríkari í sinni og huga, umframt at alt gongur inn í størri og smærri heildir. Vit hava tískil skyldu at tryggja varðveiting eins væl og vit hava rætt at nýta ríkidømi við vinnuligum endamál, so leingi vit gera hetta á burðardyggan og ábyrgdarfullan hátt. NAMMCO er eitt sera týðandi amboð í hesum høpi, og felagsskapurin ger eitt stórt og dygdargott arbeiði til tess at tryggja øll tey fyrilit, vit her hava nomið við.
Sosialurin










