Oddagrein·Hattin av fyri Høgna Hoydal

Orðaskiftið um lógina um skrásett parlag hevur fingið øði í mong - fyri og ímóti.

Hetta er í mongum førum eitt sera ótespiligt orðaskifti, sum øðrumegin ikki økir um virðing føroyinga fyri demokratiinum og tí fría orðaskiftinum og hinumegin avdúkar eina óhugnaliga muru og hugburð hjá mongum her á landi til júst sama demokrati. Vit mugu/skulu tola at umrøða øll mál. Tí skal Høgni Hoydal eiga stóra tøkk fyri, at hann heldur enn at hugsa um samgonguna, hugsar um sakina og demokratiið. Sjálvandi skal løgtingið kunnað viðgera hetta málið. So má tað standa ella falla har. At útsett málið ella lagt tað í eina skuffu fyri at forða fyri teimum avleiðingum framløgan av málinum kann fáa fyri samgonguna, vildi verið blóðskeivt. Tí taka vit hattin av fyri landsstýrismanninum, sum ikki letur seg tøla og forskrekkja av ódemokratiskum kreftum á tingi og í samgongu. Soleiðis skal ein samvitskufullur og demokratiskur landsstýrismaður arbeiða.

Sosialurin