ODDAGREIN: Har rótin rann

Sum øll munu vita, so byrjaði Sosial­ur­­in at koma út tann 24. mai 1927 sum málgagn hjá tí ungu føroysku javn­að­ar­rørsluni. Blaðið sá sostatt dagsins ljós í einum heilt øðrum samfelag í eini heilt aðrari tíð. Búskaparlig kreppa, vinnuloysi, lágar lønir og hýr­­ur hjá teimum, sum vóru í vinnu, ván­­a­­lig heilsu- og almannaviðurskifti eyð­­­kendu hetta samfelag. Hetta var eitt samfelag, sum at kalla ongar møg­u­leikar hevði at bjóða teimum ungu, sum ikki tóku ábyrgd av øllum sín­um borgarum og sum var ljósár frá dagsins vælferðarsamfelag. Blað­­ið varð sostatt til í einum til­aft­ur­s­komnum samfelag eyðkent av sos­i­al­um órættvísi og sera stórum stætt­a­muni. Tað var tí mestsum sjálvs­agt, at nýggja blaðið gjørdist heit­ur talsmaður hjá tí kúgaðu, und­ir­løntu og illa á holdum komnu verk­a­mannafjøldini, teimum gomlu og øllum teimum mongu á stætt­a­sam­felags­ins skuggasíðu.

Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu varð ljós í almenna rúminum varpað á ann­að enn togan millum samband og sjálvstýri. Hetta var í sjálvum sær ein stór broyting, og gomul fólk minn­ast enn, hvussu tað kendist, at fram var komið málgagn, sum tal­aði søk tí fjaldu fjøldini. Fram til tann dagin blaðið kom vóru al­mennu Føroyar og ikki minst al­menna Danmark blind og deyv mót­vegis tí neyð og tí vesaldómi, sum eyðkendi gerandisdagin hjá stóra meirilutanum av Føroya fólki. Týdningur blaðsins í hesum høpi kann valla yvirmetast – Før­oya Sosialdemokratur setti orð á stætt­a­stríð­ið og dróg alt tað fram í ljósið, sum var dult og fjalt og skapti eitt orð­a­skifti um samfelagsspurningar, sum var medvirkandi til grund­leggj­andi at broyta Føroyar.

 

Tað var í hesum jørðildi, at rótin rann, og rætt skal vera – tann ungi Ting­a­krossur hevði havt nakað av tí sama – hetta at reka ein sosialt krit­isk­an journalistikk, men hesin form­ur vardi stutt og hvarv í og við, at Krossur gjørdist málgagn hjá tí alt meira konservativa Sjálv­stýr­is­flokk­i­num. Føroyar eru í dag eitt norð­ur­lendskt vælferðarsamfelag, og landið er millum heimsins ríkastu lond. Stættastríðið verður ikki long­ur rikið í blaðteigum, men á heilt øðrum vígvøllum. Frá at vera pol­it­iskt málgagn er blaðið nú vónandi vorð­ið eitt nútímans privat public serv­ice málgagn. Innihaldið er grund­leggjandi broytt, og blaðið er ikki long­ur boðberi fyri ávísan politiskan boð­skap.

 

Verður sæð burtur frá politiska boð­skap­i­num, sum ikki longur er upp­gáva blaðsins, so hevur tað virð­is­grundarlag, sum er støði undir blað­stjórn­ar­ligu kósini, framvegis røtur aft­ur til tað progressiva blað, sum kom út á fyrsta sinni fyri áttati árum síð­ani.

 

Hetta merkir, at blaðið við støði í skrivi- og talufrælsinum skal at reka ó­heft­an og álítandi tíðindaflutning og annað kunningarvirksemi. Í tíð­ar­innar anda fevnir uppgáva okk­ara eisini um at reka og menna eitt fjølmiðlahús, sum umframt blað­útgávu og tiltøk, eisini fer at fevna um aðrar miðlar. Vit hava sostatt sett okkum nøkur mál og arbeiða dag­liga við at tilevna tær strategiir, sum skulu føra okkum fram móti hes­um málum. Vit venda støðugt eyg­unum móti framtíðini og fara at gera okkara ítarsta fyri at skapa eina avís, sum kann nøkta tørv lesarans, vinn­u­lívsins og samfelagsins í einum al­tjóð­agjørdum Føroyum. Hetta er ein ómetaliga stór uppgáva, tí kunn­in­g­ar­treymurin er øgiligur, og hann fer bert at økjast í hvørjum. Henda støða leggur eina sera stóra ábyrgd á allar fjølmiðlar í framtíðini, og vit fara at leggja alla orku í at liva upp til hesa ábyrgd.

 

Vit fara at reka okkara miðlavirksemi á fólk­a­ræðislig grundsjónarmið. Við støði í lønandi og sunnum rakstri fara vit at stuðla menningina av sam­felag­num á ein slíkan hátt, at vit eru við til at hetta styrkja rætt­ar­sam­felagið, fólkaræðið, samhaldsfestið, tol­semi og virðing millum menniskju. Hetta ber væl til samstundis sum vit fara halda okkum til ó­heft­an, krit­isk­an og á­lít­andi tíðindaflutning, sum lík­ur hægstu etisku journalistisku krøv. Vit fara at leggja okkum eftir breitt, kritiskt, sakligt og fjølbroytt at umrøða og viðgera allar hugsandi spurn­ingar í føroyska samfelagnum, og í tann mun tað er gjørligt í heim­inum uttan um okkum. Vit fara úti sum heima at leggja dent á mann­a­rætt­indi og virðing fyri øllum menn­iskj­um uttan mun til átrúnað ella húð­a­lit. Vit fara at leggja dent á kunn­ing um og umrøðu av mentan og list, á viðurskifti hjá børnum og ung­um og øllum, sum eru í vanda fyri at gerast marginaliserað í okkara sam­felag.

 

Okkara journalistikkur skal vera trú­verd­ugur, væl dokumenteraður, sak­lig­ur og kritiskur og skal endurgeva, hvat fyriferst í samfelagnum og halda seg kritiskt til øll mál. Øll sjón­ar­mið skulu, við vanligum fyriliti fyri etisku journalistisku krøvunum, fáa pláss í blaðnum, tó við teirri treyt, at innsent tilfar undir dulnevni fram­vegis ikki verður tikið upp.  

 

Vit fara sostatt framvegis at eggja til tað sakliga samfelagsorðaskifti, sum er ein meginfortreytin fyri fólk­a­ræð­i­num. Hesi eru tey virði og tey mál, ið vit hava sett okkum á átt­i­ára­degn­um. Tey eru alment humanistisk og dem­o­kratisk og hava sostatt røtur í teimum hugsjónum, sum stovn­ar­ar­nir brendu fyri í einum heilt øðr­um samfelag við heilt øðrum trup­ul­leikum enn vit kenna frá dagsins sam­f­elag.

 

Við lesarans hjálp og í góðari sam­vinnu við okkara samstarvspartar, okk­ara viðskiftafólk og fyritøkur vænta vit at røkka hesum málum í eini framtíð við spennandi av­bjóð­ing­um og markleysum møguleikum.