Javnstøðan á tingi fekk eitt skot fyri bógvin á løgtingsvalinum leygardagin.
Best sum vit hildu, at nú stóð væl til – lutvíst nógvar kvinnur komu á ting seinast – og í landsstýrinum sótu eins nógvar kvinnur og menn – so hildu vit, at í minsta lagi einar 14-15 kvinnur fóru at vera valdar á ting hesaferð.
Men so var ikki. Talið á kvinnum lækkaði úr 10 niður í 8. Onkur hevur speirikið Tjóðveldi og Høgna Hoydal við, at nú verður hann einsamallur hani við fimm kvinnum.
Eingin hevur havt á orðið, at í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkin og í Javnaðarflokkinum er bara ein einsamøll høna, og at í hinum flokkinum eru bara hanar, sum sjálvandi ikki er serliga fruktabart. Og so finnast vit at Demokratia, sum hevur gjørt alt ov lítið, og tey sum ikki halda tað vera so ringt kortini siga bara, at »kvinnur kunnu bara sjálvar velja kvinnur«, so er trupulleikin loystur.
Landsstýriskvinnan við ábyrgd av javnstøðuni var frammi um dagarnar við, at vit eiga at umhugsa eina kvotuskipan til kvinnur og menn á tingi.
Helst ein utopiskur tanki at umskapa til veruleika. Eingin vil hava kvotur á, hvussu vit velja fólk á ting. Og tó. Tað vilja sandoyingar, nú teir á fyrsta sinni síðani 1906 einki tingfólk hava.
Men hví skulu sandoyingar hava tveir tingsessir av 33? Í Sandoyar sýslu eru 934 fólk við valrætti. 802 teirra vóru á vali. Skal ein flokkur ella einstaklingur veljast á ting, so krevur tað 1/33 av atkvøðunum. Á valinum leygardagin merkti tað, at 1.024 atkvøður skulu til fyri at fáa ein tingsess.
Gamla valskipanin við valdømum var ein kvotuskipan, har t. d. Sandoyggin hevði fingið tveir tingsessir, sum hvør kostaði 401 atkvøðu leygardagin, hóast »rætti prísurin« var 1.024 atkvøður fyri hvønn teirra. Tað vóru kanska einar 16.000 kvinnur á vali leygardagin. Og bara 8 komu á ting. Tað vil siga, at hvør kvinna kostaði 2.000 atkvøður.
Politiska skipanin – mannað við nógvum monnum – eigur einsamøll ábyrgdina. Koyrið kvinnur fram. Gevið kvinnum ábyrgd. Takið onkra kvinnu fram um onkran mann, so fer at bragda. Men mest av øllum: Skulu kvinnur hava vald, so mugu menn missa vald.
Har trýstur skógvurin helst illa...

Oddagrein: Hanin í Tjóðveldi – hønurnar í hinum

