Oddagrein· Handverksvinna og listahandverk

Seinastu vikuna hevur verið sera forvitnisligt og gott tiltak í Müllers pakkhúsi í Havn og í Norðurlandahúsinum. Talan er um tiltakið "Snið og handverk", sum er søluframsýning hjá Gluggaglæmu. Hetta er afturvendandi tiltak, men í ár er nógv meira gjørt burtur úr, bæði tí at áhugin fyri at vera við hevur verið so stórur og tí fyrireikararnir eisini hava valt at skipa fyri eini ráðstevnu undir heitinum "Snið & handverk í heimligum og altjóða høpi". Tann ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum mikudag.

Sjáldan hittir tú so mong glað og fegin andlit sum á tiltøkunum hjá Gluggaglæmu. Tey, sum vitja og tey, sum sýna fram. Tað, sum hendur og hugflog í heimum og á handverksvirkjum kring alt Føroya land hava skapt, verður víst fram í teimum ómetaliga hugnaligu hølunum í Müllers pakkhúsi, har tey ordiliga koma til sín rætt. Tað er líkasum, at øll tey mongu pløggini og lutirnar annars, sum føroyskar hendur hava evnað til, fara upp í eina hægri og felags eind við vøkru kálkaðu veggirnar, træstólparnar og tí steinlagda gólvinum í tí aldargamla pakkhúsinum. Betri umhvørvi kundi ikki verið funnið til slíka framúr framsýning við føroyskum handverki og listahandverki. Og gott er, at Norðurlandahúsið eisini er partur av hesum, tí talan er eisini um listarliga mentan og er hetta eisini eitt signal til okkara myndugleikar um, at vit í Føroyum vilja eisini vera við til at menna handverkslistina til eina vinnu, eins og grannalond okkara hava gjørt. Hyggið bara eftir Grønlandi.

At síggja alt hetta vakra, sum kvinnur og menn hava skapt við sínum hondum og hugflogi, er einki minni enn ein stóruppliving. Tað er ein sonn frøi at kunna ganga millum básarnar og práta við tey, sum hava evnað lutirnar til. Slík framsýning gevur okkum eina kenslu av, at vit í Foroyum eru rík uppá bæði rávøru at evna burtur úr og at eiga fólk, sum hava evni og hugflog til at skapa nakað.

Kanska hava vit givið hesum ov lítið fær, tikið tað sum eina sjálvfylgju, tí hetta er "bara" ein partur av okkara mentan. Men nú tað eru fólk, sum síggja møguleikan at menna hesi handverkini, so hóma vit spíran til eitt nýtt vinnuvirksemi. Vinna er so nógv. Og oftani hava vit lyndi til at gloyma hesi smáu tingini, tvs. tær heimaarbeiðandi kvinnurnar, tær kjallara- og loftsfyritøkurnar. Hetta at kunna flætta saman mentan og handverk og list soleiðis at hesi eisini gerast til eina livandi og gevandi vinnu er nakað, sum vit eiga at síggja nakað stórt í. Síggja møguleikar í.

Fleiri ungfólk fáa sær útbúgving innan hesi handverk, eitt nú innan sniðgeving, og koma so við og við at menna henda partin av handverki og vinnu í Føroyum, soleiðis at onkur teirra eisini kann koma at gera seg galdandi í útlandinum. Soleiðis at spírin, sum nú er við at verða lagdur, ein dag kann gerast til eina blómandi handverksvinnu. Gerast eitt bein, um enn lítið so tó prýðiligt og virðiligt og harvið virðismikið bein undir búskapinum.

Til luttakararnar í hesum tiltaki, til fyrireikararnar og til øll tey, sum vilja hesum handverki væl: tillukku og góða eydnu víðari. Vónandi fer ráðstevnan í Norðurlandahúsinum at vera við til at skapa uppaftur størri áhuga fyri og vera við til at menna henda so týðandi men oftani gloymda part av okkara fólksligu mentan, sum okkara myndugleikar eiga at geva størri gætur.

Sosialurin