ODDAGREIN: Handilsfíggjað public service

Ein public service sáttmáli skal gerast millum Kringvarp Føroya og Ment­a­mál­aráðið. Ein slíkur sátt­máli skal tilskila, hvørjar skyld­ur mið­­ilin hevur mót­vegis Før­oya fólki. Tað merkir, at Kringvarpið virk­ar í fólkins tænastu - at tað skal tæna borgarunum, ið rinda kring­varps­skatt fyri hesa tænastu.

Vit, sum reka privatar miðlar, sum bara eru fíggjaðir av tí, sum vit for­vinna, gleða okkum til hend­an sáttmálan, tí tá má tann himm­al­rópandi órættur, sum tað al­menna fremur móti privatum fyri­tøk­um steðgast. Tað er ikki rætt, at ein stovnur, sum krevur kring­varps­skatt frá fólki, eisini skal kunna kapp­ast ­um handilslýsingar, sum verða bodnar út fyri undirprís. Hetta er so órættvís kapping, at Kapp­ing­ar­ráð­ið átti at steðgað he­sum, tá pol­it­ikararnir ikki sjálvir klára tað.

Privatu miðlarnir vilja ikki hava al­mennan stuðul. Men um tað er eitt pol­it­iskt krav, at Kringvarpið bæði skal vera eitt public service kring­varp og eitt kommersielt kring­varp, so ber ikki til, at Kringvarpið sam­stund­is einsamalt skal eiga kring­varps­skatt­in. So má hesin kring­varps­skatt­ur lut­ast út mil­lum hin­ar miðlarnar eisini.

Eins og so mong onnur vinnu­virki, so eru privatu fjølmiðlarnir eis­i­ni í tungum sjógvi í hesum tíð­um. Fleiri bløð eru steðgað - og og fyrr í ár fór Føroya elsta blað, Dimm­al­ætting, av knóranum, fyri síð­ani at verða loftað og uppkeypt av tveim­um fyrrverandi reiðaríum sam­an við Føroya Banka, sum nú reka blaðið.

Í slíkum tíðum harðnar kapp­ing­in, og tann sterkasti klárar seg. Tað er eisini alt í lagi við tí, men so skal tað eisini verða á einum rætt­vís­um grund­ar­lag.­ Men her er tað, at Helena Dam á Neystabø hev­ur trup­ul­leik­ar við Kringvarpi Før­oya, sum ikki at merkja tey kon­juk­tur­sveiggj, sum vit onnur í fakinum merkja. Men tað ger stovn­ur­in, tí hann er kommersiellur. Stovn­ur­in missir eisini trúvirði, tá hann má ganga upp á kompromis við journ­a­list­iska integriteti. Í fleiri før­um verður lýsingatilfar smoygt inn í sendingar, eitt nú tá morg­un­send­ing­in má fortelja, hvat merki bil­ur­in er, sum tey koyra í - og hvør bil­a­søla eigur hann, ella tá Kring­varp­ið selur lutaseðlar saman við priv­at­um fyritøkum, sum sleppa í út­varps­stovuna afturfyri.

Slíkar tankar skulu vit ikki hava um Kringvarp Føroya. Vit eiga held­ur at verða góð við Kringvarpið, tí hetta er ein so týdningarmikil ment­an­ar­stovn­ur. Tí skal politiski mynd­ug­leik­in geva Kringvarpinum tær sømd­ir, sum stovnurin skal hava - og lata privatu miðlarnar um hand­ils­l­iga partin. Tað er og verður so part­urin hjá privatu miðlunum at trygg­ja, at journ­a­li­stiski in­te­gri­tet­ur­in verð­ur hild­in í há­­sæti.