Oddagrein: Húkurin og ferðslutrygdin

Myndugleikin hevur nú tal­að: Húk­­ur­in skal flytast úr rund­koyr­ing­ini í Klaks­vík. Hesi vóru boð­ini, sum Klaks­víkar komm­una fekk frá Lands­verki fríggj­a­dagin.

Landsferðslunevndin, sum er sett sam­an av ser­køn­um fólki frá Lands­verki, Ráð­num fyri Ferðsl­u­trygd, Ak­stov­uni og Løg­regl­uni, hev­ur við­gjørt málið, og við hjálp frá ein­um donsk­­um ferðslu­trydar­grann­­skoð­­ara eru tey komin til ta nið­­ur­­støðu, at húkurin setur ferðsl­­u­­trygd­ina í vanda.

Tað er sjálvsagt gott, at av­varð­andi mynd­ug­leik­ar hava ferðsl­u­trygd­ina í huga og byrgja so væl fyri, sum til ber. Kortini tykist hend­an av­gerð­in held­ur marg­hátt­­lig - tí hon er ikki so løtt at skilja.

Sagt verður, at avgerðin byggir á null-hugsjónina - sum hevur tað bar­­i­liga end­a­mál, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligan skaða í ferðsl­­uni. Tað var løgtingið, sum gjørdi hesa samtykt fyri nøkr­um ár­um síðani, og ein avleiðing av hesi av­­­gerð løg­tings­ins er, at í ferðsl­­­u­­­trygd­­­­­­ar­­­­ætl­­­an­­ini fyri Før­oy­ar er tann grund­­hug­sjón gald­andi, at »veg­­a­kerv­ið skal vera fyr­­­i­­gev­andi«, skriv­ar Lands­verk í grund­gev­­ing­­u­num.

Tá tað er sagt, so kunnu vit ikki lata vera við at spyrja, hvat Lands­verk og lands­ferðslu­nevndin halda um ymisk onn­ur við­ur­skifti. Er tað til døm­is í lagi, at ó­­rógv­­andi hand­ils­lýs­i­ng­ar standa mill­um ljós­kurv­ar­nar í Havn? Er tað virku­liga í lagi, at hand­ils­fólk skulu sleppa at órógva bil­førarar við eitt nú tekkiligum kvinn­u­bróst­­um, meðan tey í nøkur fá sek­und sleppa at koyra gjøgnum grønt ljós - og meðan fótgangarar eru á vegn­um?

Við­hvørt tykjast avgerðir in­­­kon­­s­e­­­kvent­­ar - serliga tá so mynd­­ug­­leik­­ar fara at skylda upp á hvønn annan. Tað kann ikki passa, at húk­ur­in í Klaksvík skal ó­rógva meira enn lýsingarnar í Havn. Gott nokk fara bilførarar ikki at koyra á hand­ils­lýs­ing­ar­nar, men tær kunnu órógva so nógv, at ólukka kann standast av, tí nógv fólk eru til gongu á vegn­um, með­­an bilarnir koyra.

Tað hevði verið áhugavert at fing­­ið at vitað, hvat ferðsl­u­trygd­ar­­grann­­skoð­­ar­in hjá Landsverki held­­ur um hesi viðurskifti, sum væl kunnu sammetast.

Vit kunnu bert sanna orðini hjá Róa Patursson á sinni, at »tað lekur millum teori og praksis«...