Hesin trupulleiki gjørdist uppaftur meira sjónligur í gjár, tá Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisflokins í fyrispurningi á tingi spurdi nýggja fíggjarmálaráðharran, hvussu er stætt við búskapinum, hvat vit veruliga vita um aktuellu støðuna hjá føroyska búskapinum. Har fíggjarmálaráðharrin gjørdi greitt, at vit í mongum førumm ikki hava ánilsi av, hvussu støðan er orsakað ov vánaligum ella bart út manglandi hagtølum.
Stjórin á stovninum segði við útvarpið í gjár, at tað rætt og slætt er manglandi arbeiðsorka, sum ger, at Føroyar ikki hava øll tey hagtøl, sum eru so avgerandi fyri at lýsa búskapin og støðuna hjá búskapinum.
Hetta má sigast at vera einki minni enn ein skandala, tí eitt samfelag sum okkara má vita, hvussu til stendur. Politikararnir og leiðandi myndugleikar, eitt nú landsstýrisfólk og teirra næstu ráðgevar mugu og skulu kenna búskaparstøðuna alla tíðina, annars kunnu hesi ikki hvørki reka politikk ella leiða landið. Hvussu kunnu vit lova í eyst og vest og diskutera stórar íløgur, tá vit mangla veruliga grundarlagið fyri at kunna umrøða slíkt?
Hagtøl eru so nógv. Tey snúgva seg eisini um mangt annað enn búskaparligu støðuna. Tey hava so sanniliga við menniskiskju og alt tað vit takast við at gera. Eitt nú vil tað vera av alstórum týdningi, skulu vit til at gera okkara metingar og fremja eina tilgongd í samfelagnum, um olja verður funnin, at vit kenna veruliga støðuna í landinum, á arbeiðsmarknaðinum, á tí sosiala økinum, á bústaðarøkinum osfr. Soleiðis at vit tryggja okkum, at ein so ógvuslig og nýggj vinna vil kunna ávirka hetta lítla og viðkvama samfelagið. Eisini her eru nýggj hagtøl neyðug og týdningarmikil.
Tað skal vera okkara vón, at fíggjarmálaráðharrin, sum sjálvur hevur gjørt vart við hesar manglar og sum búskaparfrøðingur og fyrrverandi limur í Búskaparráðnum, kennir teir á egnum kroppi, ger nakað við teir. Hann kann við einum pennastroki taka orðini hjá hagdeildsstjóranum til eftirtektar og hækka upphæddina til Hagstovuna. So einfalt er tað. Tað eru í hvussu er okkara ráð.
Sosialurin