Oddagrein· Høgtíð og onnur tíð

Páskirnar eru tann stóra høgtíðin hjá kristna partinum av mannaættini. Hendan høgtíð hevur dám av djúpum álvara og stórari gleði. Skírisdagur og Langafríggjadagur eru daprir dagar. Hesar dagar minnast kristinfólk pínslusøgu frelsarans. Mong gerast beinleiðis sorgarbundin og onnur nýta dagarnar at hugsa um teirra lív sum kristin ella ikki kristin menniskju. Í hesum døgum fyri gott og væl tveytúsund árum síðan átók ein ungur maður sær at líða alla heimsins neyð og pínu fyri at mannaættin skuldi verða frelst.

Páskamorgun reis Jesus upp frá deyðum og tí hevur Páskadagur annað lag. Hesin dagur verður um allan tann kristna heimin hildin sum ein sannur gleðisdagur, hóast døpur skýggj hanga yvir heiminum. Í heimlandi Jesusar, Palestina, er ófriður. Hatur og ótti valda millum manna. Illstøðan millum jødar og arabar bert stendur við og versnar. Her er eingin bróðurligur andi at hóma enn minni er útlit fyri varandi friði. Líta vit okkum kring heimin er støðan lítið mætari. Í Afghanistan, Iraq, Srilanka og Sudan valdar støðugt stríð. Hungur og hjall, sjúkur og náttúruvanlukkur eyðkenna myndina av stórum parti av heiminum í dag. Eftir høgtíðina kemur ein onnur tíð ella kundu vit sagt gerandisdagurin. Kanska kundu vit nýtt halgidagarnar til hugs um, hvussu vit kunnu sýna ábyrgd mótvegis teimum líðandi menniskjum, sum vit møta dag og dagliga gjøgnum fjølmiðlarnar.

Um okkara leiðir hevur leingi valdað friður, vælferð og trygd, men ivasamt, um henda støða fer at standa við. Yvirgangurin nærkast okkara parti av Heiminum og valdsgerðir og harðrendur brotsmannayvirgangur herjar í hesum døgum okkara næstu grannar. Ikki løgið at mong stúra, øtast og spyrja, hvat alt hetta endar við. Tað tykist, sum hatur og agg valda millum stórar partar av mannaættini heldur enn tann góði tokki, sum er ein kjarnan í kristna boðskapinum. Hetta er mikið spell og hetta hatur setur alla mannaættina í vanda. Hetta eiga vit øll at hugsa um. Tað er legalt at fólk eru ósamd um politikk, hugmyndir, heimspeki, samfelagsins innrættan og býtið av tí ágóða, sum landsins vinnulív kastar av sær. Tað er samstundis av størsta týdningi, at vit ikki lata okkara heimligu ósemjur føra til hatur, men eiga vit framvegis at skifta orð um okkara ósemjur á ein siviliseraðan og kristiligan hátt. Tíbetur er hetta sum heild eydnast til hendan dag, hóast tónin mangan er hvassur, og vónandi fer hetta at eydnast okkum øllum framyvir eisini.
Sosialurin