Løgmaður fekk eina dygga álitisváttan, tað skerst ikki burt, og kann hann tí staðfesta, at herferðin hjá Tjóðveldisflokkinum móti honum, sum byrjaði við, at hann varð sagdur at vera kriminellur, hevur so ikki ávirkað veljaran. Varaløgmaður segði seg vera væl nøgdan við úrslitið, tí sitandi samgongur fáa altíð frammaná í veljarakanningum. Tað kann hann hava rætt í. Hinvegin var hann týðuliga firtin inn á føroyska veljaran, sum ikki í nóg stóran mun virðismetir avrikini hjá samgonguni.
Tað er áhugavert, at allir samgonguumboðsmenninir ásannaðu, at klandur og óskil valdar í samgonguni, men eingin kundi rættiliga greiða frá, hví tað er soleiðis. Ymiskt kundi bent á, at persónliga samskifti millum eitt nú løgmann og varaløgmann er ikki hitt besta. Hetta kom m.a. fram við, at varaløgmaður opinberliga ikki er samdur við teimum mongu, sum halda Annfinn Kallsberg verða hin besta løgmann. Ikki minni áhugavert er tó, at øll samgonguumboðini tóktust avgjørd í, at halda saman til tann beiska enda. Við Galluptølunum í huga kann hetta ikki undra! Hetta bendir á, at formaður javnaðarflokksins hevur rætt, tá hann vildi vera við, at samonguflokkarnir hildu fast við valdið fyri valdsins skuld.
Tíðindini í seinastuni um eitt nú órímuliga rúsdrekkapolitikkin vísa, hvussu stórt vald teir stóru flokkarnir hava givið eitt nú Miðflokkinum og bendir hetta á, at hesin flokkurin ? tí hann situr við lyklinum til samgonguna ? kann tvinga hinar stóru flokkarnar at góðtaka hansara ekstremu og óvirrðiligu sjónarmið. Hetta er ein óverdug gongd.
Galluptølini hjá andstøðuni, serstakliga hjá Sambandsflokkinum, eru ein klár ábending um, at veljarin er troyttur av sitandi samgongu. Um hetta so samstundis stavar frá nøgdsemi veljarans við politikkin hjá andstøðuni er nokk ein eitt sindur opin spurningur. Tað, sum tó er rættiliga greitt, er, at skal andstøðan varðveita góðu undirtøkuna, er ikki nóg mikið við bert at finnast at, soleiðis sum serstakliga Sambandsflokkuirn hevur gjørt. Andstøðuflokkarnir mugu hvør sær sýna eitt púra klárt og trúverdugt politiskt alternativ til samgonguna, um henda positiva gongdin skal halda fram. Einstøk mál eru góð at leggja fram, men neyðugt er at leggja fyri almenningin ein ítøkiligan politikk, sum kann tryggja vælferð og trivnað borgarans, nú tað búskaparliga fer at ganga hinvegin, og ein vaksandi ótryggleiki breiðir seg í samfelagnum. Eftir sendingina Sostatt stendur veljarin við myndini av eini samgongu, sum bert situr fyri at varðveita valdið fyri at hava valdið. Men myndin fevnir eisini um eina andstøðu, ið alt meira vinnur veljarans álti, men sum tó má liggja nógva meira á takinum, um hetta álit skal kunna varðveitast.
Sosialurin