ODDAGREIN: Ógreið boð úr landsstýrinum

Ógreiða avtalan um, nær fólk skulu sleppa undan at gjalda fyri at koyra í­gjøgn­um und­ir­sjóv­ar­tunl­ar­nar, fær nú fólk at taka harðliga til orð­anna.

Kaj Leo Holm Johannesen gjørdi tann 10. september í fjør greitt av løg­tings­ins røðarapalli, at Vága­tunn­il­in og Norð­oy­a­tunn­il­in ikki eru end­a­liga nið­ur­goldn­ir fyrr enn bæði lán og í­løg­an hjá land­i­num upp á 395 milliónir krónur eru nið­ur­gold­in.

Jørgen Niclasen, fíggjar­mál­a­ráð­harri, sigur við Sosialin í dag, at tað kemur einki krav frá Fíggj­ar­mál­a­ráð­num um, at tað framvegis skal kosta at koyra gjøgnum und­ir­sjóv­ar­tunl­ar­nar, tá lánini eru útgoldin.

Men stjórin í tunlunum vísir til boðini frá løgmanni, sum eru, at tað verður ikki ókeypis at koyra, fyrr enn »út­veg­an­ar­kostn­að­ur­in« er aft­ur­gonldin – og tað merkir, at vág­a­fólk mugu brynja seg við toli í eini fýra til fimm ár afturat – og norð­oy­ing­ar nakað longur.

Men tað eru ikki øll, sum finna seg í tí. Marjus Dam, fyrrverandi ting­mað­ur fyri Sambandsflokkin, sum var við til at samtykkja lógirnar um undirsjóvartunlarnar, ger bart á Facebook og hóttir beinleiðis við at fara í kríggj:

– Vit gjalda ikki eina krónu eftir at tunn­ilin er niðurgoldin. Tað var ein av­tala, og hon skal haldast.
Vit hava havt eitt Klaksvíksstríð. Tað sær út til, at Uni (stjóirn í tunn­ils­fel­øg­u­num, red.) leggur upp til eitt slíkt bæði í Vágum og Klaksvík. Tí vit gjalda ikki bummpening til við­­líka­­hald. Viðlíkahald verður gold­ið gjøgn­um skatt, veg­skatt og skatt á bensi og diesel. Liðugt. Ella kríggj...

Vit skilja væl tey fólk, sum hava havt ta fatan, at tá lánini eru afturgoldin, so verður ókeypis at koyra. Og tá lánini í Vágatunlinum verður útgoldin í summar, so vænta tey sjálvandi, at tað longu í summar verður ókeypis at koyra.

Men tað verður tað ikki. Tað hevur løgmaður staðfest. Men koyrtini sigur fíggjarmálaráðharrin nakað annað. Vit skilja eisini, at Jørgen Niclasen kann vænta sær trupulleikar av at broyta givin lyfti.

Heldur enn at tosa hvør í sína ætt, so áttu landsins hægstu menn at melda greitt út til fólkið, hvat vendir upp og hvat vendir niður í hesum málið. Sum støðan er nú, so ganga tað fleiri á, til tað verður ókeypis at koyra í tunlunum.