Tann 1. november 2007 fer fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólkum innan hitt almenna úr 67 árum upp í 70 ár. Í stuttum ber broytingin í sær, at sáttmálasett starvsfólk hjá tí almenna eftir nevnda dag kunnu halda fram í starvi, til tey verða 70 ár. Hinvegin hava starvsfólk sjálvandi framvegis rætt at fara frá fyri aldur, tá ið tey eru vorðin 67 ár. Verandi fráfaringaraldur er sum púra rætt verður sagt eitt krepputiltak. Tað var í kreppuárunum, tá ið nógv gingu arbeiðsleys, at almenni fráfaringaraldurin fór niður í 67 ár.
Um allan vesturheimin er ein farin at tala um ”tað gráa gullið”. Við hesum verður hugsað um, at eldri medarbeiðarar ofta sita við eini ómetaliga stórari og virðismiklari vitan. Henda vitan hevur alstóran týdning fyri stovnin ella fyri fyritøkuna. Privati arbeiðsmarknaðuirn eitt nú í Norðurlondum hevur langt síðan fatað hetta og ger alt fyri at varðveita tey eldru í vinnu. Eisini hitt almenna í Danmark ger sítt. Seinasta tiltakið í Damark er, at øll yvir 64 ár, ið vilja aftur á arbeiðsmarknaðin fáa 100.000 kr. í botnfrádrátti. Tað er at vóna, at mong fara at brúka møguleikan, ið nú stendur opin, og eldrapolitikkurin eigur at lagast soleiðis, at eldri starvsfólk kunnu halda fram at arbeiða eftir 67 ára aldur, eitt nú niðursetta tíð. Ein sera skilagóð avgerð, sum ivaleyst fer at gagna bæði løntakarum og stovnum.
Sosialurin










