Fyriskipararnir vóru fólk úr mentanarliga umhvørvinum í býnum. Hesi høvdu tikið seg saman at skipa fyri einum jaligum tiltaki, har høvuðsboðskapurin var at fagna heldur enn móttmæla. Vart varð gjørt við tað positiva og góða, sum eyðkennir okkum øll, og at vit, hvussu ymisk vit enn eru, skulu kunna liva saman og virða hvønn annan. Nettupp fjølbroytni ger eitt samfelag livandi og spennandi og mennandi.
Spírin til hetta sjáldsama men ríka og góða tiltak er sprottin burtur út teimum byltingum, sum verið hava í seinastuni eitt nú í sambandi við tey samkyndu. Heldur ógvusligu útsøgnirnar um eitt nú tann partin av føroyingum hava givið fólkum og felagsskapum í Havn hugskotið til at skipa fyri eini fagnaðargongu og tónleikatiltøkum í tí sambandi.
Gingið varð frá Sjónleikarhúsinum oman á Vaglið, har fyrrverandi løgtingskvinnan Karin Kjølbro helt eina livandi og virðiliga røðu, sum nettupp undirstrikaði týdningin av "herrópinum" fyri hetta tiltak: "Tolsemi, virðing og fjølbroytni". Tað var sum á ólavsøku tóku fleiri til orðanna. Henda stóra luttøka sýnir okkum, at til ber at savna fólk til jalig tiltøk av slíkum slag sjálvt á vetrartíð bara innihaldið og endamálið er gott. Av Vaglinum var farið oman í nýggju mentanargøtuna Tórsgøtu, har Miðlahús og Margarinfabrikk lótu dyrnar upp og borðreiddu við alskyns góðum tónleiki.
Eitt gott og ærligt tiltak, sum eisini kundi verið endurtikið, tá tað um aðrar samfelagsspurningar umræður, og har tú uttan átrúnaðarligan ella politiskan lit hevur brúk fyri at sameina og byggja brýr millum einstaklingar, bólkar, felagsskapir ol. heldur enn at seta kílar í og bróta niður. Rós til fyrireikararnar og tøkk til luttakararnar.
Sosialurin