Seinastu árini hava vit oftani hoyrt, hvussu góðir ambassadørur fótbóltlandsliðið er fyri Føroyar. Hóast liðið hevur tapt nógvar av dystum sínum, verður úrslitið oftani kortini mett at vera bæði gott og flott. At pinkutjóðin Føroyar skal eiga eitt fótbóltslandslið, ið kann spæla móti teimum stóru, verður mett sum nakað serligt, nakað stórt og nakað eksotiskt.
Men tað er so sanniliga ikki bara innan fótbóltin, at vit sum tjóð og fólk hava nakað at vísa umheiminum. Eisini á øðrum økjum eiga vit fólk, sum hava evni og gávur at umboða okkum ? at vera okkara ambassadørar.
Tónlistin er nakað, sum eyðkennir lond og fólk. Mætir tónleikarar hava skrivað sítt navn í søguna og hava heimlond teirra teimum nógv fyri at takka. Teir eru ambassadørar fyri sítt land langt langt út í framtíðina.
Hóast fáment so eiga vit eisini nógv góð tónlistafólk. Ein gongd, sum hevur tikið dyk á seg seinastu árini. Pætur við Keldu er einki undantak í so máta. Ikki tí ? hann hevur ikki vunnið stórsigrar á palli ella fest sítt navn í altjóða tónleikasøguna. Ikki enn. Men við síni luttøku á danska Grand Prixinum hevur hann kortini laðað bæði sær sjálvum og sínum heimlandi ein varða at kunna byggja víðari á.
Vit vunnu, hóast vit taptu. Hetta hevur verið niðurlagið eftir mangar fótbóltslandsdystir. At gerast nummar fimm í danskari tónleikakapping er júst tað sama. Tað er at vinna, hóast tú ?tapir?. At vinna hjørtu ? at vinna virðing ? at slóða fyri nøkrum góðum í tónleikinum. Tað er at vinna.
Lagið hjá Pæturi var eitt listarligt avrik. Tað var fragd fyri oyrað - fyri sálina. Tað var tað besta av teim, ið vóru við í endaspurtinum. Ikki tí at tað var okkara maður, sum átti og framførdi tað. Nei, tað var tí, at tað veruliga rakti í plett. Nú er slík kapping tó meira enn bara eitt gott lag. Tað er eisini eitt show, ein dystur um bestu og mest spennandi framførsluna. So hóast tað ikki lat dyrnar upp til europeisku kappingina í Letlandi, so lat Pætur við sínum lag dyrnar upp til innastu kømurini í tónleikahjørtunum hjá mongum av teimum 2 milliónunum, ið fylgdu við. Hvussu ber tað til, at eitt so lítið land kann forstra so talentfullar tónleikarar! Pætur er bert enn eitt av okkara frægu tónlistafólkum, sum hava og fara at geva okkum so nógv. Dagsins vinnufokuseraða samfelag eiga eisini so nógv onnur virði, eitt nú tey, sum tónlistin hevur at bjóða. Hana eiga vit tí at hjúkla um og menna.
Sjálvandi eiga vit ikki at yvirmeta hetta, men vit eiga heldur ikki at undirmeta tað. Vit eiga at vera errin av, at land okkara hevur fostrað tónlistafólk sum Pætur við Keldu. Við liðina á mongum øðrum gávuríkum tónlistafólkum er hann ein týðandi partur av okkara mentan og identiteti, samleika. Nakað gott at byggja víðari á. Tillukku til føroyska tónleikaambassadørin Pætur við Keldu.
Sosialurin










