Oddagrein· Gott fyri likam og sál

Í dag, týsdagin 18. desember, eru 25 ár liðin, síðani Svimjihøllin í Gundadali varð tikin í nýtslu. Dagurin verður eitt nú hildin við, at tað verður ókeypis at svimja í dag. Almenn svimjing er frá klokkan 6.45 og til klokkan 9.00 og aftur frá klokkan 15 og til klokkan 20. Móttøka var í høllini fyrrapartin. Svimjihøllin varð fyri fjórðingsøld síðani bygd á økið, har hondbóltsvøllurin í Gundadali hevði verið frammanundan. Umleið hálvt annað hundrað túsund vitja høllina á hvørjum ári

.

Føroyingar eru siglandi fólk og sera tætt knýttir at teimum vátu elementunum. Okkara forfedrar løgdu tí sera stóran dent á at læra børn at svimja. Svimjing var ein tann fremsta ítrótt hjá okkara forfedrum og løgdu teir í uppalingini eins nógv í, at tann ungi skuldi duga hesa ítrótt eins væl og vápnaleik. Svimjing gjørdist í trýatiárunum lærugrein í skúlunum og serstakur lærugreinaráðgevi varð settur at menna hesa ítróttagrein í fólkaskúlanum. Kommurnur um alt landið lótu byggja svimjhyljar og børnini lærdu at svimja, hóast vatnið var kalt og umstøðurnar sera primitivar.Sum tíðirnar batnaðu og tilvitið hjá myndugleikum og einstaklingum um týdningin av svimjing øktist, fóru land og kommunur undir miðvísa útbygging av teimum hentleikum, ið hoyra hesi ítróttagrein til. Vestmanna kommuna gekk á odda við Føroya fyrsta innandura svimihyli, síðan fylgdu aðrar kommunur eftir og í dag eru at kalla allir hentleikar á hesum øki.

Svimjing er ein ítróttar- og lærugrein, sum ikki bert er góð, uppbyggjandi og mennandi fyri likam og sál – hon bjargar eisini mannalívum og mangur sjómaður hevur sannað, at tað var gott at hann hevði lært at svimja, áðrenn hann kom til mans. Tað eru tí allar góðar grundir til at ynskja Svimjihøllini í Gundadali og havnarfólki tillukku við degnum. Tað eru eisini allar góðar grundir til at fegnast um ta sera sterku støðu sum svimjing sum ítróttargrein hevur í Føroyum. Ungir føroyskir svimjarar gera seg sterkt galdandi úti sum heima og Føroyar eru millum fremstu svimjitjóðir. Ein orsøkin til hesa sterku støðu er, at vit hava hentleikarnar – ein onnur orsøk er sjálvsagt at finna hjá teimum ungu sjálvum, teirra venjarum og teirra miðvísu stremban eftir at vera millum tey fremstu í heiminum.

 

Vit mugu í dag so heldur ikki gloyma týdningin svimjihallirnar hava fyri tilkomin og eldri eisini sum motion og avstressing. Tær ganga á odda fyri at varðveita eina sunna sál og í einum sunnum likami.

Sosialurin